Føroyar og ES skrivaðu í gjár undir eina avtalu um fiskiveiðurættindi fyri 2017.
ES og Føroyar kunnu í 2017 fiska góð 38.000 tons í sjónum hjá hvørjum øðrum, umframt, at føroysk skip hava møguleika at fiska 30.000 av svartkjafti í ES sjógvi. Eisini kunnu partarnir fiska 6000 tons av norðhavssild í økinum hjá hvørjum øðrum.
Fiskimálaráðið skrivar víðari í tíðindaskrivi viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so hækkar kvotan av hvítingsbróðri upp í góð 9.000 tons, meðan kvotan av brislingi lækkar niður í 1.000 tons, av tí at ICES mælir til eina munandi lægri veiðu í ár og næsta ár. Føroyska kvotan av sild í Skagerak verður 400 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 200 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum.
Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av upsa, blálongu og kongafiski lækkaðar nakað í 2017, meðan aðrar kvotur av toski, hýsu, flatfiski og øðrum fiskasløgum verða óbroyttar.
Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu.
Tað eri ikki vist enn hvussu limalondini í ES góðtaka støðuna. Bretsku londini, ið fiska uppisjóvarfisk hava verið ógvuliga ágrýtin at leggja forðingar fyri føroysk skip at fiska í ES sjógvi, tí tey meta tey at fiska ólógliga og at skráseta landingar skeivt. Nýggja avtalan hevur so ikki lagt upp fyri teimum sjónarmiðum, tí hon er ógvuliga lík gomlu avtaluni.