Rørsluár
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Tað skal vera stuttligt at røra seg, tí annars gera vit tað ikki leingi, sigur Bengt Sevelius, sum hevur arbeitt við ítrótt bæði í Svøríki og í Evropa seinastu árini. Tí heldur hann, at Føroyar eru á rættari kós, tí tað er í lokalum ítróttarfeløgum, at tað er stuttligt at íðka.
Lokal ítróttarfeløg er mest vanlig í norðurvestur Evropa, og longri eystur tú kemur, meiri óvanlig verða tey. Sambært Bengt Sevelius er orsøkin, at eystanfyri var ítróttur nakað, ið staturin skipaði fyri, líka til múrurin fall, og tí hava londini ikki royndir av sjálvbodnum virksemi.
Sport
Hóast lokalu ítróttarfeløgini hava nógvar møguleikar, so hevur Bengt Sevelius lært, at orðið, sport, kann oyðileggja heilt fitt, tá fólkaheilsa skal seljast. Hetta upplivdi hann serliga innan ES, tá fólk fingu stóra andstygd fyri orðinum, so skjótt sum tað varð nevnt.
- Eg fekk at vita, at sport er nakað fyri elituítróttarfólk, og at tað ikki var tað, sum var í áhuganum hjá felagsskapinum. So hugsaðu vit um at kalla tað rørslu, og tá vóru fólk beinanvegin við uppá tað, staðfestir Bengt Sevelius.
Sjálvboðin
Sambært Bengt Sevelius er tað sera týdningarmikið, at sjálvboðin eru við, tá talan er um rørslu, sum er heilsufremjandi, tí tað er ein kostnaðarlítil og sera effektivur háttur at fáa nógv í gongd.
- Tey lokalu feløgini kunnu gera so øgiliga nógv. Øll mugu sjálvandi gera sítt, bæði land, kommunur og øll hini mugu gera sítt besta hvønn dag, um tað skal muna, men tað eru tey sjálvbodnu, sum kunnu fáa tingini at henda. Tað eru tey, sum eru úti hjá fólkinum, og eru tey ikki við, so kann tað gera tað sama, hvat ymisku ráðharrarnir siga, sigur fyrrverandi aðalskrivarin í svenska ítróttarsambandinum.
Útbúgving
Men er eitt økið, har vit í Norðurlondum ikki klára okkum so væl, sum vit burdu, so er tað við at útbúgva tey sjálvbodnu.
- Vit mugu geva teimum ungu ábyrgd, lova kvinnunum framat og lata tey gomlu koma innaftur í feløgini, tí tey duga eisini nógv, sigur Bengt Sevelius. Hann leggur afturat, at ein annar vansi kann vera, at vit alt ov tíðliga spesialisera okkara børn í eini ávísari ítrótt.
- Børnini mugu sleppa at royna ymiskar ítróttir, so tey fáa onkur góð upplivilsir av tí. Hóast fótbóltur og íshokey eru størstu ítróttagreinirnar í Svøríki, so merkir tað ikki, at øll børn skulu íðka júst hesar ítróttargreinar, staðfestir hann, og greiðir víðari frá, at vit hava heilt nógvar møguleikar at fáa menn og kvinnur at íðka saman.
- Flogbóltur er ein ítróttargrein, sum øll verulig kunnu íðka. Kvinnur og menn kunnu uttan trupulleikar íðka saman, sigur Bengt Sevelius.
Stutt at fara
- Amerikanskar kanningar vísa nakað, ið veruliga kløkkaði meg. Tað vísir seg, at tað ikki eru eldsálir sum fáa fólk at íðka. Tað er heldur ein spurningur, hvussu langt tað er at fara til ymisku fasilitetirnar, greiðir hann frá, og leggur afturat, at hetta veruliga broytti hansara hátt at síggja uppá fólkaheilsu.
Somuleiðis greiðir hann frá, at lokal ítróttarfeløg gott kunnu skipa fyri súkklutúrum, gongutúrum og so framvegis, uttan at tað akkurát skal vera fyri at betra um besta liðið hjá felagnum.
Skúlin má við
Eitt annað øki, har sviar hava sett inn, er at fáa skúlarnar og ítróttarfeløgini at hjálpast.
- Vit mugu hava samstarv millum skúlar og ítróttarfeløg, tí skúlin røkkur øllum børnum í landinum, staðfestir hann. Bengt Sevelius heldur somuleiðis, at tað týdningarmesta er gleði, og at vit altíð mugu minnast til, at eitt lítil børn ikki eru elituíróttarfólk, tí fáa vit tey at hanga longri við.
Tekur tíð
Hóast Svøríki í langa tíð hevur arbeitt fyri at betra um fólkaheilsuna, so gongur tað, sambært Bengt Sevelius altíð, seinni, enn vit vóna.
- Men hjá tykkum eru forholdini smá, og tí koma tit hvørjum øðrum meira við. Somuleiðis er tað ordiliga stuttligt at síggja, hvussu nógv tit leggja fyri, sigur Bengt Sevelius, sum er fyrrverandi aðalskrivari í svenska ítróttarsambandinum og heiðursforseti í European Non Govermental Sport Organization.