Føroyar runnu bara aftaná

A-landsliðið - Tim Matavz var stóra hetjan í Slovenia fríggjakvøldið. Føroyska landsliðið hevði millum lítið og einki at bjóða og tapti uppiborið við fýra málum

– Tað er ikki altíð lætt, tá tú er stórur favorittur, segði Matjaz Kek, venjari hjá Slovenia, á tíðinda­fund­inum aftaná dystin, sambært heimasíðuni hjá UEFA.
Nei, hann hevur helst rætt.
Men hendan dagin var tað lætt.
Avrikið hjá føroyingunum stað­festi væl og virðiliga munin millum føroyskan fótbólt og slovenskan fótbólt.
– Vit spældu við sjálvsáliti frá byrjan, og eg eri errin av leikarunum, var stutta, men greiða niðurstøðan hjá slovenska venjaranum.
Føroysku spælararnir, sum Brian Kerr hevði valt sum sínar stríðs­menn, royndust væl fyrstu løtuna. Men so skjótt Tim Matavz sendi heimaliðið á sigurskós, so var liðugt. Slovenia spældi føroysku spæl­ararnar sundur og saman.

Málskjúttin Matavz
Tim Matavz stóð fyri trimum av mál­unum hjá Slovenia.
Føroyska miðverjan, sum var manna við Atla Gregersen og Egili á Bø, fekk ongantíð tamarhald á fram­herjanum, sum spælir við FC Groningen í Hollandi.
Fyrst stýrdi hann bóltinum í málið aftaná innlegg úr høgru.
So sneiddi hann Atla Gregersen av, áðrenn hann økti til 2-0.
Og miðskeiðis í seinna hálvleiki skeyt hann sítt hattrick, tá føroyska verjan var lítið sannførandi í sínum spæli.
Matavz fekk stundum nógv pláss, eins og viðleikararnir høvdu nær­mast fríar teymar á hálvuni hjá føroy­ingunum.

Mikkelsen royndist væl
Jákup Mikkelsen var aftur í før­oyska málinum.
Málverjin var mest eyðsýndi før­oyingurin og staðfesti, at hann hev­ur framvegis landsliðsstøði.
Hann stórbjargaði fleiri ferðir og hevði lítlan møguleika, tá mót­støðu­menninir skutu seg á máltalvuna.
Tað varð væntað, at trýstið fór ikki at vera eins stórt í seinna hálv­leiki, tí Slovenia skal spæla móti Italia í annað kvøld. Men tað legði heimaliðið ikki petti í. Teir spældu við fullari megi, og so hugdu før­oyingarnir bara at.

Fingu so mál
Tað var lítið at frøast um hjá før­oyska liðnum í Ljubljana fríggja­kvøldið.
Tá tríggir minuttir vóru spældir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdi Christian R. Mouritsen sær dælt av verjumistaki og mink­aði um munin.
Hóast tað hjálpti eitt sindur, so hjálpti tað ikki serliga nógv.
Slovenia vann 5-1, og tað var ikki eitt mál ov lítið.


Slovenia - Føroyar 5-1 (2-0)
Ljubljana, Slovenia
16.000 áskoðarar
Dómari: Stanislav Todorov, Bulgaria
Linjuverjar: Nikola Dzhuganski og Nikolay Petrov, Bulgaria
1-0: Tim Matavz, 25.
2-0: Tim Matavz, 36.
3-0: Tim Matavz, 65.
4-0: Milivoje Novakovic, brts., 72.
5-0: Zlatko Dedic, 84.
5-1: Christian R. Mouritsen, 90.

Slovenia: Samir Handanovic, Udinese – Miso Brecko, FC Koln, Marko Suler, KAA Gent, Bostjan Cesar, Chievo, Robert Koren, Hull City, Valter Birsa, Auxerre (Andraz Kirm, Wizla Krakow, 51.), Milivoje Novakovic, FC Koln, (Zlatko Dedic, Bochum, 73.), Bojan Jokic, Chievo, Aleksander Radosavljevic, ADO Den Haag, (Armin Bacinovic, Palermo, 59.), Josip Ilicic, Palermo, Tim Matavz, FC Groningen
Uttan at verða skiftir inn: Jasmin Handanovic, Empoli, Zlatan Ljubiljankic, KAA Gent, Dalibor Stevanovic, Vitesse, og Matej Mavric, SV Kaåfenberg.
Gult kort: Bostjan Cesar, 29.
Venjari: Matjaz Kek
Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF – Jónas Tór Næs, B36, Atli Gregersen, Ross County, Egil á Bø, EB/Streymur, Hendrik Rubeksen, HB – Bogi Løkin, NSÍ (Hjalgrím Elttør, B36, 41.), Fróði Benjaminsen, HB, Jústinus R. Hansen, NSÍ, Daniel Udsen, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg, (Christian R. Mouritsen, B36, 81.), EB/Streymur, (Jann Ingi Petersen, NSÍ, 81.) – Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, HB, Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur, Jonhard Frederiksberg, NSÍ, og Rógvi Baldvinsson, Ålgaard IF.
Gult kort: Jústines R. Hansen, 17., Atli Gregersen, 26., Fróði Benjaminsen, 52., Hendrik Rubeksen, 70.