Hvat fær útlendingar at koma til Føroya at ferðast? Hvat vænta útlendsk ferðafólk sær her, hvat verður teimum lovað, og hvat fáa tey í veruleikanum?
Hesir spurningar eru mær rættiliga ósvaraðir, nú áðrenn leiðin gongur út í Føroya land við ryggsekki á baki. Ætlanin er at síggja støð og møta fólki, bæði lokalum og øðrum ferðandi, og sum frá líður at fáa eina hylling av, hvussu Føroyar eru sum ferðamannaland.
Men alt veldst um eygað, sum sær, og gestsins eyga er gløgt, verður sagt. Ikki altíð tí at gesturin er so nógv gløggari enn hini, men tí at gesturin ikki í sama mun er bundin at fastgrógvnum vanum í sínum eygleiðingum og harvið hevur lættari við at síggja tað, sum onnur ikki geva sær far um.
Fyri at fáa eina fatan av Føroyum sum ferðamannaland er tískil neyðugt at royna at leggja egnar fordómar og hugsanir til viks eina løtu fyri at hava møguleika at síggja hetta landið, sum ein ferðamaður kann hugsast at síggja tað.
Halgabók ferðamansins
Í eini roynd at koma afturum sólbrillurnar á útlendska ferðamanninum og síggja Føroyar uttanífrá við hansara eygum, havi eg kagað í kendu avstralsku ferðahandbókina Lonely Planet, sum í spølni ofta verður umtalað sum halgabók ferðamansins.
Lonely Planet bøkurnar eru trúgvir ferðafelagar hjá flest øllum fjakkaranum og munnu hava tænt mongum føroyskum fjakkara væl, og meðan hann hevur verið langt av landi skotin.
Men fyri eina avstralska ferðahandbók eru Føroyar eins fjarskotnar og Fifi oyggjar og Sumatra, og í bókini "Lonely Planet - Iceland, Greenland and the Faroe Islands" verða tey trý londini í útnorðri viðgjørd sum ferðamál á sama gjølliga og sakliga hátt sum aðrar bøkur í røðini viðgera aðrar partar av heiminum. Her verður einki spaltupláss brúkt til romantiserandi gliturmyndir - bara til fakta og praktiskar vegleiðingar.
Niðanfyri eru nakrir úrdráttir úr bókini (umsettir beinleiðis úr avstralskum).
Lonely Planet um Føroyar
"Hetta er eitt av hesum loyndarliga langt burtur støðunum, í ætt við Aleutoyggjar og Falklandsoyggjar, sum tey flestu høvdu havt ilt við at funnið á einum korti, fyri ikki at tala um havt ætlanir um at vitjað. Hesir 18 blettarnir av landi í Norður Atlantshavi tykjast at fáa sera lítla umtalu, og, hóast teir bert eru eitt hanagleiv frá europeiska meginlandinum, hugsa europear sjáldan um teir.
Av tí sama eru vitjandi vanliga púra ófyrireikað til óreingiliga vakurleikan í føroyska landslagnum. Sæð frá sjónum ein góðveðursdag (sum í Føroyum merkir alt frá smáskýggjaðum himli til sirm) eru brøttu bergini, lagkøkufjøllini, brimið og milliónirnar av sjófuglum, sum stoyta seg niður móti litríku føroysku fiskibátunum ein estetiskur skelkur. Tað er júst soleiðis, sum tú kundi væntað at "baldrut norðuratlantslond" síggja út. Legg løgna vitan á óslætta tanganum afturat, og tú hevur tað, sum málningar avmynda."
Lonely Planet um samkynd ferðafólk:
"Kanska orsakað av sterku støðuni hjá kristnu Luthersku kirkjuni í Føroyska samfelagnum, eru viðurskiftini hjá teimum samkyndu ikki eitt nógv umtalað evni í Føroyum. Hóast føroysk fólk á ongan hátt eru ótolerant, verða samkynd pør rádd til at vera stillfarandi fyri ikki at øsa nøkur av teimum meira siðbundnu lokalu. Ongar barrir ella náttklubbar serliga fyri samkynd eru á oyggjunum."
Lonely Planet um siðbundnan føroyskan mat:
"Tað fyrsta vitjandi leggja til merkis við siðbundna føroyska kostinum er manglandi grønmetið afturvið altíð hjástadda kjøtinum og eplunum. Men partur av stuttleikanum við at ferðast er at uppliva ymiskar livihættir, og føroyski kosturin kann ikki vera SO vánaligur - miðal livialdurin millum føroyingar er ein tann hægsti í heiminum."
Lonely Planet um rúsdrekka:
"Fram til 1992 var hugburðin hjá føroysku stjórnini mótvegis rúsdrekka á markinum til tað paranoida. Síðan tá er hugburðurin búnaður, og nú er møguligt at keypa sær eitt glas av sterkum á loyvishavandi matstovum, barrum og í náttklubbum. Men fyri ferðafólk er almenni føroyski hugburðurin mótvegis alkoholi framvegis eitt skemtiligt evni."
"Hóast fyribyrgjandi átøkini hjá kristnum og fráhaldsrørslum er alkoholisma ein lutfalsliga stórur trupulleiki í Føroyum. Tað eru tó ikki so nógv full fólk at síggja nú sum áðrenn rúsdrekkalógin varð linkað, og tað kann kanska vera ein ábending um effektivitetin av forboðum."
Lonely Planet um bussambandið:
"Langfara ruturnar hjá Bygdaleiðum eru framúr. Tær fylgja einari neyvari og hentari ferðaætlan og sambinda, saman við ferjutænastunum, so at siga hvønn krók av landinum, harímillum nøkur rættiliga fjarskotin støð so sum Trøllanes á Kalsoy, Dalur á Sandoy og Bøur í Vágum."
Lonely Planet um at tumla:
"Um tú tolir veðrið, er tað at tumla bæði ein góður máti at koma runt í Føroyum og ein góður máti at møta lokalu fólkunum. Harafturat skal tú ongantíð bíða leingi eftir at verða tikin uppí ein bil, um ikki tú ert sera óheppin. Bilar steðga hóast tú bara gongur fram við vegnum uttan at hava tummilin úti.
Hóast tað helst er tryggari at tumla í Føroyum enn nakra aðrastaðni í Europa, so er tað ikki ein fullkomiliga tryggur máti at koma runt. Kvinnur eiga at vísa vanligt varsemi áðrenn tær fara uppí bilar, og øll eiga at ansa eftir ikki at fara í bilar, har førarin er fullur."
----
Krabbagággan<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingarparadís.
Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til gongu.
Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær 300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí eisini her roynir hon at vera sparin.
Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum, kann tað væl vera okkara krabbagágga.
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Hjálp krabbagágguni<o:p></o:p>
Tú kanst senda krabbagágguni uppskot og góð ráð um ferðamál og annað á teldupost adressuni: krabbagagga@sosialurin.fo