Føroyar-Serbia: Samrøður og samanumtøka (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøður við Dia Midjord og Súnu Krossteig Hansen, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum 17-33 tapið

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti eisini við 16 málum ímóti Serbia á heimavølli. Serbia vann 33-17 aftaná at hava verið á odda 17-11 í steðginum. Í seinna hálvleiki gingu 18 minuttir áðrenn Føroyar skoraði.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr viðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjarin hjá Føroyum, Dia Midjord.

3) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við føroyska toppskjúttan, Súnu Krossteig Hansen. 

 

Claus Rasmussen heldur, at besta løtan hjá føroyska liðnum var seinasta løtan av fyrra hálvleiki, men so fór liðið fullkomuliga í svart og fekk ikki mál í 18 minuttir, og tað var alt annað enn nøktandi. 

 

Dia Midjord staðfestir, at føroysku kvinnurnar blivu tiknar av bóli av tí ótrúligu høgu leikferðini. Ein leikferð sum tær als ikki eru vanar við í føroysku kappingini, har tær fáa væl betri tíð at hugsaði seg um tá tær hava bóltin.

 

Bára Krossteig Hansen dugdi at gleðast um persónliga góðu debutina á A-landsliðnum, men hon viðgekk, at tað var sera strævið at fylgja við tí sera sterka serbiska liðnum. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta EM-undankappingardystin í hesari EM-undankappingini tá Svøríki verður mótstøðuliðið. Sunnudagin klokkan 17 tekur Serbia ímóti Makedonia sum tapti 20-32 (7-16) ímóti Svøríki í kvøld. 

 

Føroyar - Serbia 17-33 (11-17)

 

Føroysku málskjúttarnir:


Súna Krossteig Hansen 4, Durita Cristophersen Jojic 3, Bjarta Osberg Johansen 2, Daniella Joensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Bára Krossteig Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1, Heidi Maria Akselsen 1.

 

 

 

 

Nú er kapprenning millum Svøríki og Serbia um at vinna EM-undanbólk 3 við einum betri málmuni:

 

 

 

 

1.Serbia5401162:1188
      
2.Føroyar5401157:1218
      
3.Makedonia5203123:1424
      
4.Føroyar500591:1520