Føroyar skulu spæla á finalu-leikvøllinum

Europa League finalan í 2019, verður spæld á sama leikvølli, sum Føroyar skulu spæla Nations League dyst

Í morgun er vorðið greitt, at Føroyar skulu spæla móti Kosovo, Malta og Aserbadjan til UEFA Nations League kappingina, ið byrjar seinni í ár.

 

Sermerkt við einum av mótstøðuliðunum hjá Føroyum til kappingina er, at landsliðsvenjarin hjá Malta hevur royndir úr føroyskum fótbólti, har hann kappingarárini 2002 og 2003 var venjari hjá B71 í næstbestu føroysku deildini.

 

Les eisini: Fyrrverandi B71 venjari venur Malta

 

Eitt annað, ið er sermerkt við einum av móstøðulondunum hjá Føroyum er, at Føroyar koma at spæla á einum flottum og nýmótans leikvølli, tá Føroyar skulu spæla móti Aserbadjan á útivølli.

 

Aserbadjan hevur nevniliga sín heimavøll á Baku Olympic Stadium, ið rúmar útvið 70.000 áskoðarum. Baku Olympic Stadium var bygt í 2015, og er millum flottastu nýggju leikvøllir í Europa.

 

Tað er longu nú greitt, at komandi ár – í 2019 – verður finalan í Europa League kappingini spæld á Baku Olympic Stadium, har Føroyar eisini seinni í ár fara at spæla ímóti Aserbadjan. Myndin, ið hoyrir til greinina, er mynd av stásiliga leikvøllinum í Baku.