Føroyar slaka fyri »gíslatakarum«

Í ein slakan mánað, eru norsk og føroysk skip ikki sloppin at veiða í økinum hjá hvørjum øðrum. Hetta hava føroyskir flakatrolaskiparar kallað eina gíslatøku. Men samráðingar eru í dag, og báðir partar eru bjartskygdir at finna eina loysn, sum inniber, at føroyingar slaka

Stóri trupulleikin til fyrru samráðingarnar, sum endaðu við, at føroyingar og norðmenn blakaðu skipini hjá hvørjum øðrum úr sjóøkinum hjá hvørjum øðrum, var, at norðmenn høvdu sum ófrávíkiligt krav, at makrelkvoturnar skuldu avgreiðast til samráðingarnar. Upprunaliga var makrelurin ikki á skránni til fundin, men norðmenn settu beinanvegin krav, um at hesin spurningur, sum skuldi hava við sær, at føroyingar fingu 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni hjá Noregi og Føroyum. Hetta hevur somuleiðis við sær, at norðmenn ætlaðu sær 85 prosent av makrelkvotuni. Hesum vildu føroyingar ikki ganga á møti, og tí slitnaðu samráðingarnar.

- Makrelurin verður vanliga umrøddur í einum øðrum fundi, og tí kom tað óvart á okkum, at teir vóru tiknir upp á fundinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Hann viðgongur samstundis, at føroyingar ikki vóru nóg væl fyrireikaðir til fundin, tí ongi hagtøl eru fyri makrelin í føroyskum sjógvi, umframt, at føroyingar ikki høvdu tryggjað sær, at norðmenn ikki tóku makrelin á skránna.


Gíslarnir

Tá hesar samráðingar slitnaðu avgjørdu londini, at skip hjá øðrum landinum ikki skuldu vera inni í økinum hjá hinum landinum. Hetta rakti serliga flakatrolararnar, sum hesa ársins tíð vanliga veiða í norskum sjógvi, og 20. januar sendu seks skiparar á flakatrolarum eitt skriv.

- Vit flakatrolarar meta okkum vera gíslar í hesum máli, nú vit sum tey einastu skipini av 12 natiónum eru tveittir úr norskum sjógvi, skrivaðu teir seks skipararnir.

Bæði norðmenn og føroyingar harmast støðuna, ið er íkomin.

- Eg eri samdur við fiskimonnunum, at teir hava verið gíslar í eini støðu, og hetta taka vit upp við norsku myndugleikarnar, sigur Jacob Vestergaard. Hann leggur tó afturat, at so skjótt ein avtala er komin upp á pláss, so verður tann knúturin loystur.

Hesum seinasta taka norðmenn eisini undir við.

- Tað er ein trupul støða fyri føroysku skipini, men eg kann ikki úttala meg um tað. Men finna vit eina loysn, so sleppa skipini inn hjá hvørjum øðrum beinanvegin, sigur Ann-Kristin Westberg, samráðingarleiðari hjá norsku sendinevndini í hesum máli.

Bæði samráðingarleiðarin og landsstýrismaðurin greiða frá, at ongin undantaksregla verður gjørd fyri hesi skipini, tí so leingi sum ongin avtala er komin í lag millum londini, so verður tað, sum tað er.


Vænta loysn í dag

Í dag samráðast sendinevndirnar hjá norðmonnum og føroyingum í Keypmannahavn. Báðir partar eru bjartskygdir.

- Vanliga taka slíkar samráðingar ikki meira enn ein dag, og vit rokna við at finna ein loysn, sigur Jacob Vestergaard. Norski samráðingarleiðarin tekur undir við hesum.

- Vit hava orsøk at trúgva, at ein loysn verður funnin í dag, sigur Ann-Kristin Westberg. Hon leggur afturat, at makrelurin fer at vera ein partur av avtaluni, men at partarnir hava tosa um hann, og tí skuldi hann ikki verið nakar trupulleiki.


Javna avtalu

Seinastu árini hava norðmenn ikki gagnnýtt kvoturnar í føroysku sjógvi til fulnar, meðan føroyingar hava fiskað alla ta norsku kvotuna. Hetta ávirkar helst samráðingarnar í dag.

- Tað er týdningarmikið við einari javnari avtalu, sum báðir partar fáa nakað burturúr, sigur norski samráðingarleiðarin. Hon leggur dent á, at norðmenn fyrr hava gagnnýtt alla sínar kvotur í føroyskum sjógvi.

- Tað er spurningurin, hvussu stóran áhuga norðmenn hava í eini avtalu, tá teir ikki nýta sínar kvotur, sigur Jacob Vestergaard. Hann viðgongur somuleiðis, at »gíslatøkan« hevur sett føroyingar undir trýst, tí stórur partur av avtaluni hevur nakað at siga í fyrsta ársfjórðingi. Og at hetta kanska fer at merkja, at føroyingar fara at slaka eitt vet fyri norsku treytunum.

- Mann má síggja, hvat mann vinnur, og hvat mann tapir, staðfestir landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum.

Báðir partar vísa á, at verður ein loysn funnin í dag, so sleppa føroysku skipini aftur í norskan sjógv, áðrenn døgnið er liðugt.