Føroyar taptu fyrsta dystin

Hóast føroyska liðið stríddist manniliga, endaði fyrsti dysturin í EM-endaspælinum við 2-0 sigri til Skotland

Føroyska U-17 landsliðið, sum í dag hevur spælt søguligan landsdyst, tá teir sum fyrsta føroyska lið nakrantíð hevur luttikið í einum EM-endaspælið, taptu fyrsta dystin móti Skotlandi 2-0.

 

Sum heild var talan um uppibornan sigur til skotar, tí leikliga vóru teir klárt meira á bóltinum og høvdu fleiri vandamiklar atsóknir enn føroyska liðið. Føroyska liðið stríddist tó væl, og hevði fleiri løtur í dystinum, har teir spældu væl saman sínamillum. Tó var føroyska liðið ongantíð serliga vandamikið í álopsstøðu.

 

Hálvleiksstøðan í dystinum var annars 0-0, og tað gingu heili 20 minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn skotar fingu glið á. Tað var innskifti, Innes Cameron, ið legði Skotland á odda 1-0, tá 59 minuttir vóru leiktir.

 

Seinna málið skeyt skotski liðskiparin, Jack Atkinson, og ímóti dystarenda máttu føroyingar spæla í undirtali, tá Asbjørn Heðinsson úr 07 Vestur fekk sítt seinna gula kort.

 

Føroyska U-17 landsliðið spælir leygarmorgunin klokkan 11:00 sín næsta dyst í EM-endaspælinum, tá føroyska liðið møtir Fraklandi.

 

Skotland - Føroyar 2-0 (0-0)

1-0 Innes Cameron, 59.

2-0 Jack Atkinson, 68.

 

 

Føroyska liðið: Bjarti V. Mørk (HB) – Asbjørn Heðinsson (07 Vestur), Dann Fróðason (07 Vestur), Andrias Edmundsson (B68), Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ) – Elias El Moustage (AaB), Sølvi Sigvardsen (NSÍ) – Símun Sólheim (HB), Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn), Hanus Sørensen (FC Midtjylland) – Steffan Løkin (NSÍ)

Skiftingar á føroyska liðnum: Sveinur Lava Olsen (HB) inn fyri Steffan Løkin (NSÍ), Bjarni Brimnes (HB) inn fyri Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn), Jákup Joensen (Skála) inn fyri Símun Sólheim (HB).