Fredrikstad: Sigrid fekk ein sigurskoss frá Mikkjali

Fagnaðurin er stórur í Fredrikstad í kvøld

Mynd: Fredrikstad Blad

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad FK hevur nú vunnið sjey dystir á rað í bestu norsku fótbóltsdeildini og í norsku steypakappingini. Samanlagt er Fredrikstad ósigrað í teimum seinastu 11 dystunum.

 

Í dag vann Fredrikstad á einum torførum útivølli 3-0 á Lillestrøm. Brandur Hendriksson legði upp til triðja málið.

 

HER  ber til at lesa meir um dystin og at síggja hæddarpunkt frá dystinum. 

 

Tá Mikkjal fór yvir at takka teimum mongu útiáskoðarunum hjá Fredrikstad nýtti hann eisini høvið at geva konuni, Sigrid av Reyni ein sigurskoss.

 

Tað fangaði lokala blaðið, Fredrikstad Blad. Í hesum døgum er alt um Mikkjal tíðindi í Fredrikstad, og tað bleiv hesin sigurskossurin eisini. 

 

Mynd: Fredrikstad Blad