Føroyar taptu tepurt við tveimum málum

Føroyar spældu hósdagin sín fyrsta dyst í fýralanda kappingini í Sheffield í Onglandi. Fyrsta mótstøðuliði var Lettland

Tekniskir feilir

Bæði liðini royndu frá fyrsta brígslið at leggja hart út. Lettland legði seg framum longu í fyrsta álopi, men Føroyar svaraðu tó skjótt aftur og fingu útjavnað.

At bæði liðini løgdu hart út, sást eisini aftur í teknisku villunum frá báðum síðum. Tá fimm minuttir vóru leiktir, var støðan enn 1-1.

Sum gongd kom á dystin, kom meira glið á spælið, serliga frá lettiskari síðu, hóast føroyingarnir vóru á odda 2-1, 3-2 og 4-3.

 

Lettar koma framum

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tyktist sum at lettar høvdu funnið veika punkti hjá føroysku verjuni og føroyska málmanninum. Lettar fingu eina røð av sera løttum málum, sum vórðu plaserað í sama stað á málinum.

Føroysku kvinnurnar fullu tó ikki í fátt, hóast lettisku kvinnurnar høvdu leikligan yvirvág. Serliga Rebekka Justinesen skaraði framúr hesa løtuna. Hon var sannførandi á vøllinum og skoraði tvey flott langskot. Rebekka vísti seg at vera ein hóttan fyri lettar, og hon varð mannsuppdekkað eftir bæði málini.

Tá 5 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og støðan var 9-12 til Lettland, tók venjarin, Sophus Dal Christiansen, tað fyrsta time-out, men tað hjálpti tíverri ikki uppá støðuna, tí tá liðini fóru til hálvleiks, vóru enn 3 mál á muni.

 

Løgdu út sum eitt

Okkurt má venjarin hava sagt við tær føroysku kvinnurnar í steðginum, ti føroysku kvinnurnar løgdu út sum eitt óðnarveður. Tær megnaðu at javna til 18-18, og dysturin var púra opin. Serliga føroyska liðið vísti góðan stríðsvilja, eftir at hava bart seg upp á liðuna av lettum.

Spenningurin á vøllinum smittaði av á teir umleið 100 áskoðarnar í hølluni, sum komu meira og meira við.

Í hesari løtuni av dystinum var Simona Hansen serliga eyðsýnd. Hon stóð sum ein klettur í verjuni og skoraði eisini sítt einasta mál í dystinum í hesari løtuni.

Tó var leingi millum málini seinastu 10 minuttirnar av dystinum, og vóru tað lettisku kvinnurnar, ið drógu longra stráði hesa seinastu løtuna, og vunnu dystin 21-23.

 

Dýrt tap

Tað vóru uttan ivað tær nógvu villurnar í álopinum hjá føroyska liðinum, ið kostaði sigurin.

Føroysku kvinnurnar høvdu sera nógvar møguleikar, men tóku ikki av teimum. Høvdu tær verið neyvari, kundu kvinnurnar uttan ivað komi uppá javnleik ella vunni dystin.

 

Góð debut frá Simonu

Nýggja “stjørnan” á landsliðinum, Simona Petersen, spældi sín fyrsta dyst fyri Føroyar og ikki kann sigast annað, enn at hon fekk eina frálíka góða byrjan. Hon varð føroyskur toppskytti við seks málum. Hon var eisini tann vandamiklasti leikarin á føroyska liðinum ígjøgnum. Tað sást, tí hon varð mannsuppdekka stóran part av dystinum. Tó megnaði hon at vera ein støðug hóttan móti lettisku verjuni, hóast hon hevði ein leikara næstan at kroppi.

 

 

 

 

Føroysku málskyttarnir:

Simona Petersen 6 mál

Durita Christophersen 3 mál

Rebekka Justinusen 2 mál

Gurið Mortensen 2 mál

Heidi M Akselsen 2 mál

Elin Staksund 2 mál

Una Olsen 2 mál

Ninna K Johansen 1 mál

Simona Hansen 1 mál

 

Útvísingar:

Føroyar 3

Lettland 2

 

Gul kort

Føroyar 3

Lettland 3