Nú føroyingar standa fyri at skula taka avgerð um framtíðarstøðu landsins, verður av ávísum pørtum ført fram, at Føroyar eru partur av Danmarkar ríki. Men tann, sum sigur hetta, má eisini kunna vísa á, nær Føroyar eru vorðnar partur av hesum ríki. Tað hevur eingin kunnað enn, sjálvt ikki forsætisráðharrin og veruleikin er, at hetta ongantíð er hent. Føroyar eru ikki, og hava ongantíð verið, samrunnin partur av Danmark.
Men hvussu ber tað so til, at vit kortini verða stýrd av donskum ráðharrum? Hesum svarar Zakarias Wang í bókini "Føroyar á vegamóti". Eftir í nógv ár at hava granskað stjórnmálasøgu Føroya og gjørt umfatandi rannsóknir, leggur hann við hesum fram tað mest vælgrundaðu frágreiðingina um, hví støðan er, sum hon er.
At íslendingar skiltu tann søguliga upprunan til teirra støðu, var heilt avgerandi fyri, at tað eydnaðist teimum at vinna frælsið í 1918.
Skal verandi gongd hepnast væl fyri føroyingar, er eisini neyðugt, at vit hava kunnleika um tann partin av okkara søgu, sum verður mest viðkomandi, tá ein nýggjur sáttmáli við Danmark skal gerast, og atkvøðast skal um hann.
"Føroyar á vegamóti" er tí eitt ógvuliga avgerandi íkast til orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya.
Bókin hevur 224 blaðsíður, er heft og í henni er nágreiniligt innihaldsyvirlit, bókmentalisti eins og listi yvir leitorð. Prísur 200 kr.