Nú er nýggi trailarin til filmin James Bond - No Time to Die komin út.
Sum kunnugt er ein partur av filminum tikin upp í Føroyum í fjørsummar, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at síggja út. Upptøkurnar vórðu gjørdar á Kalsoynni, har ein tyrla millum annað var við, og í nýggjum trailara síggja vit ein part av hesum.
Talan er um tann 25. James Bond filmin í røðini um loyniliga agentin frá bretsku fregnartænastuni. Hann hevur fingið heitið »No Time to Die« og verður frumsýndur 11. november í ár.
Tað verður enn einaferð Daniel Craig, sum verður at síggja í høvuðsleiklutinum og sum skal stríðast við altjóða brotsmenn, tá hann fyri fimtu ferð er í leiklutinum sum James Bond í komandi filminum. Hann skal spæla ímóti Rami Malek, sum verður høvuðsskálkurin.
Stutta brotið úr Føroyum sæst á 1:23:
##med2##
Tú kanst síggja trailaran her:
##med3##