flogbóltur
Føroyar vunnu allar tríggjar dystirnar, tá EM-undankappingin í mansflogbólti var á skránni um vikuskiftið.
Fyrsti dysturin var fríggjadagin móti Íslandi, sum undan kappingini varð mett sum eitt hitt truplasta mótstøðuliðið hjá Føroyum. Tað eru fleiri ár síðani, at Føroyar seinast vunnu landsdyst á Íslandi, men hesaferð var eingin sum helst ivi um úrslitið. Tó at talan var um trý tøtt sett, so vóru føroyingar stinnari í hvørjum av hesum, og so var kósin sett móti oddasessinum. Skotland megnaði heldur ikki at forða føroyingunum í hesum, tá talan aftur gjørdist um 3-0 sigur, og soleiðis skuldu Føroyar bert vinna eitt sett móti Luksemburg til tess at tryggja oddasessin. Fyrsta settið var eisini tikið í stórum stíli, men síðani mutaði Luksemburg tó væl ímóti, men ending gjørdist, at Føroyar vunnu dystin 3-2.
Sum eyka krydd hjá føroyska liðnum kom umframt oddasessin, at Rúni Weihe varð kosin besti leikari og besti smasharin í Skotlandi, umframt at Ragnar í Haraldsstovu Petersen varð kosin besti blokkurin í kappingini.
Úrslitini:
Føroyar-Íslandi 3-0 (25-22, 26-24, 25-20)
Føroyar-Skotland 3-0 (25-20, 25-23, 25-18)
Føroyar-Luksemburg 3-2 (25-13, 19-25, 25-20, 19-25, 15-11)