Føroyar vunnu bronsu í EM-kapping

Og ein føroyingur varð kosin til besta verjuleikara í U18-kapping, sum hevur verið spæld í Bulgaria farnu vikuna!

EM-kapping hevur verið í Varna í Bulgaria farnu vikuna fyri U18-landslið í manshondbólti. 11 lond hava luttikið í kappingini, har liðini vórður býtt í tveir bólkar við ávíkavist seks og fimm liðum í hvørjum bólki. Føroyar endaðu nummar tvey í sínum bólki, og hetta merkti, at Føroyar skuldu spæla bronsudyst í EM-kappingini.

 

Dagsins mótstøðulið var Makedonia, ið er ein rættiliga stór hondbóltstjóð. Hetta darvaði tó ikki ungu, føroysku monnunum, ið eftir brotskastskapping vunnu bronsudystin.

 

Talan var um ein sera javnan dyst, har liðini fóru til hálvleiks við støðuni 16-15. Støðan eftir vanliga leiktíð var 29-29, og at enda vunnu Føroyar 33-32 eftir brotssparkskapping.

 

Hondbóltssambandið hevur skrivað hesa dystarfrásagnina á sína Facebook-síðu:

 

Føroyska liðið spældi ein góðan fyrra hálvleik, har 5-1 verjan fekk stegða spælinum hjá Makedonum, sum var nógv innyvir vøllin. Liðini fylgdust so at siga allan hálvleikin.

 

Í seinna hálvleiki mansvardu makedonar Brand Halgirson frá byrjan. Føroyska liðið kláraði tó at hanga í fram til miðjan seinna hálvleik. Tá fóru okkara at gera heldur nógva feilir, brenna møguleika og fingu eisini tvær útvísingar. Makedonia fór framum við tveimum, men megnaðu ikki at rista okkara av. Seinastu 5 minuttirnar var bara eitt mál á muni, men skoraði Bartal Klein Olsen uppá brotskast í seinasta minutti, hareftir at makedonar ikki kláraðu at skora. Uni Petersen kom í føroyska málið tá 10 minuttir vóru eftir og hevði hann tvær týdningarmiklar bjargingar. Hørður Trygvason hevði ein snudd í lærinum og kom hann ikki innaftur.

 

Reglarnar fyri kappingina søgdu at farast skuldi beint til brotskøst. Okkara mans skoraðu 4 av teirra 5, meðan Uni Petersen tók eitt frá makedonum, samstundis sum eitt av teirra fór á stongina.

 

Dagsins leikari varð valdur at vera Tróndur Wardum, ið frá sínum plássi á høgra vongi gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málum.

 

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:

 

Tróndur Wardum 8, Ólavur av Fløtum Mittún 6, Bartal Klein Olsen 7, Rani Højgaard 5, Brandur Halgirson 3, Jónsvein Dulavík Joensen 2, Kaj Johannesen 1 og Jóni Guttesen Viderø 1

 

Bjargingarprosentið hjá føroysku málverjunum var soljóðandi:

 

Hørður Trygvason 27 %

Uni Petersen 25%

 

Eftir kappingarlok varð føroyski vinstri bakkurin, 17 ára gamli Brandur Halgirsson, ið til dagliga spælir við týska Flensburg-Handewitt, valdur til besta verjuleikara í kappingini.