Leygardagin tann 17. mai verður eitt stórsligið mentunartiltak í Vestnorðurlendska mentunarhúsinum í Hafnarfirði (við síðuna av Fjörukránni). Tiltakið er frá kl. 14:00 til 16:00 er ókeypis og opið fyri øllum.
Dr. Eyðun Andreassen professari í fólkalívfrøði við Fróðskaparsetur Føroya heldur fyrilestur um føroyska dansin (á skandinaviskum)
Havnar dansifelag sýnir ymiskan dans og gestir fáa høvi at luttaka.
Vésteinn Ólason fyristøðumaður í Árna Magnússonar stovni heldur fyrilestur um íslendsk kvæði við sama uppruna sum tey føroysku
Ragnvald Larsen heldur fyrilestur um fyrsta flogsamband Føroya við umheimin/Ísland og stovnan av Flogfelag Føroya
Føroyskur dansur, øll eru vælkomin uppá gólv
Leygarkvøldið 17. mai verður 60 ára hátíðarveitsla í Víkingasali á Hotel Loftleiðum. Húsið opnar kl. 18.30 og farið verður til borðs kl 19.30. Boðið verður upp á durasnaps og borðreitt við trimum rættum og kaffi. Ernst Olsen verður veitslustjóri. Aftaná borðhaldið spæla Twilight til dans. Ymsir gestir vera saman við okkum hetta kvøld m.a. Dr. Eyðun Andreassen fólkalívsfrøðingur, Jákup Simonsen deildarleiðari í mentamáladeild Tórshavn-ar Kommunu, Þórólfur Árnason borgarstjóri í Reykjavík, Jan Christiansen borgarstjóri í Tórshavn og frú Elsa Maria Bærent-sen. 32 fólk úr Havnar Dansifelag hjálpa okkum at seta dám á tann føroyska dansin, sum er ómissandi eitt tílíkt kvöld. Eisini syngur Breiðfirðingakórið fyri okkum.
Vit vænta nógv fólk koma at hátíðarhalda dagin við okkum.
Heilsan nevndin
Elin Svarrer Wang, formaður, 552 2368,
elinwang10@hotmail.com
Marina Svabo Ólason næst form.,
567 3460 / 896 0791marina@mi.is
Palma Rasmussenkassameist.
564 4804 / 865 6993palmagoa@li.is
Leila Arge, skrivari565 9255leila@mi.is
Gunnar Christiansennevndarlimur
567 9219 / 822 8837gcimport@isholf.is
Mortan Holmtiltakslimur, 862 5237 mch@visir.is
Marianna Dam Vang tiltakslimur
690 3862 / 588 7179vangma@hotmail.com