Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um íslendsku Kolbrún Aðalsteinsdóttir, ella Kolla, sum hon eisin verður nevnd.
Orsøkin er sjálvandi tann, at hon síðani apríl mánaða í fjør hevur fingist við at fyrireika nakrar føroyskar gentur áðrenn luttøku teirra í eini stórari altjóða modellkapping í New York. Ein luttøka, sum skuldi vísa seg at vera sera væl eydnað, og har føroysku genturnar vunnu meira enn nakar teirra hevði droymt um.
Síðani fríggjadagin í farnu viku, hevur Kolla aftur verið á Føroyavitjan, har hon umframt at tosa við tær genturnar, sum longu hava verið í New York, eisini hevur verið á vitjan kring landið.
Mikumorgunin, sum Kolla skuldi fara heim aftur til Íslands, fingu vit høvi at fáa eitt prát við hana, har hon so greiddi eitt sindur frá um lívið í mótaverðini.
Nógvu um at vera
At talan er um eina virkna kvinnu, kann als eingin ivi vera um, tá ein hevur tosað við hana í lítla løtu. Bara tað, hon hevur fingist við higartil í 43 ára gamla lívi sínum er helst meira, enn tey flestu okkara rokna við at náa í lívinum.
Higartil hevur hon virkað sum lærari eitt skifti, harumframt hevur hon eisini útbúgving sum pilotur, og í dag er hon ferðaleiðari, umframt at hon rekur Icelandic Models, sum fleiri av føroysku gentunum longu hava fingið ella fáa sáttmála við. Legg so afturat, at hon í eini 20 ár hevur verið sera virkin sum dansari, hevur givið út fýra bøkur, og samstundis, sum alt hetta hevur staðið á, hevur havt stundir til at uppala trý børn. Jú, sanniliga eitt sindur av hvørjum má sigast.
Hvussu ber tað so til, at ein kvinna, sum hevur so nógv jørn í eldinum, eisini hevur fingið hugskotið at fara til Føroya at leita eftir gentum.
Føroyingar goyma seg
Kolla greiður frá, at hon longu í fleir ár hevði starvast innan yrki, tá hon ein dagin fekk eyga á ein føroyskan bólk á flogvøllinum í Reykjavík. Frammanundan visti hon eitt sindur um Føroyar, tí pápin hevði verið sjómaður, men tað hevði ongantíð runnið henni í huga at fara til Føroyar at leita eftir nýggjum andlitum.
Hendingin á flogvøllinum gav henni tó hetta hugskotið, og hon settist at hugsa um, hvussu hetta kundi fyriskipast. Trupulleikin var nevnliga tann, at hon kendi ikki so mikið sum ein persón her á landi, men hjálpin var kortini ikki so langt burturi.
Fyrrverandi maðurin hjá eini vinkonu hennara, var nevnliga staddur í Føroyum tá, og tá Kolla fann út av hesum, royndi hon beinanvegin at seta seg í samband við hansara. Talan var um táverandi H71-venjaran, Hans Guðmundsson, og við hjálp frá honum, umframt soninum, Finni Hansson og Turið Samró, varð so farið til verka.
So við og við høvdu tey fingið samband við nakrar føroyskar gentur, og Kolla gjørdi síðani av at koma higar, har hon so helt skeið fyri føroysku gentunum. Stutt áðrenn fráferðina greiddi hon teimum frá, at talan møguliga kundi gerast um eina ferð til New York, har føroysku genturnar kundu luttaka saman við íslendska bólkinum hjá Kollu.
- Eitt tað fyrsta eg legði merkis til, tá eg kom til landið, var hvussu smædnir føroyingar eru, sigur Kolla. - Eg veit ikki hví, men á ein ella annan hátt er líkt til, at flestu fólkini eru bangin fyri øllum, og onkursvegna hava hug at krógva seg sjálvan burtur, men tað hava tit onga orsøk til, sigur hon.
Sjálv vísir hon á, at hon alla tíðina hevur verið svong eftir lívinum, og at hon als ikki hevði havt møguleika fyri at gjørt alt tað, sum hon veruliga hevur gjørt, um so var, at hon alla tíðina skuldi verið bangin fyri einhvørjum. - Eg havi roynt at fingið so nógv við sum gjørligt, og sterkasta vápnið í hesum hevur verið kærleikin. Hetta havi eg eisini roynt at givið víðari til børn míni, og eftir mínum tykki hevur hetta eydnast væl, og eri eg eisini errin av børnum mínum, sigur mótakvinnan frá, og vísir á, at tey bæði elstu hjá henni í dag starvast sum ávíkavist løgreglukvinna og flogskipari. Yngsti drongurin er enn bert 13 ár, so hann hevur góða tíð enn.
Keðilig sending á BBC
Sum kunugt, so eydnaðist ferðin til New York í yvirmát. Ikki bert vóru tað allir vinningarnir tær vunnu, men eisini samanhaldið millum føroysku genturnar og ferðaleiðararnir var Kolla glað um. - Vit høvdu eina ommu, eina mammu, ein pápa og ein drong við á ferðini, og eg haldi sjálv at allur bólkurin var sum ein stór familja á at líta.
Áðrenn farið varð avstað, stóðst tó eitt sindur av stríði av, at fleiri av gentunum, og ikki minst foreldur teirra, brádliga tóktust hava fingið kaldar føtur. Orsøkin var sendingin hjá BBC, har einstakar avdúkingar innan mótaheimin vórðu vístar. Kolla royndi tó, saman við hjálparfólkum sínum í Føroyum, har Gissur Patursson nú eisini taldist uppí, at sissa foreldrini at gentunum, og endin varð so, at bólkurin, sum upprunaliga taldi 19 gentur, nú varð skorin niður í 11.
Tá prátið fall inn á umrøddu sendingina, gav Kolla skjótt til kennar, at hon gav lítið fyri tað, sum BBC hevði víst.
- Lat meg beinanvegin siga, at eg eri bara glað um, at teir persónarnir, sum sóust í sendingini vórðu avdúkaðir, tí slíkum hava vit als ikki brúk fyri. Alt samband, sum teir høvdu í mótaheiminum, varð beinanvegin kvett, og í dag kunnu teir ikki starvast nakra staðni, og hetta eri eg fegin um.
- Hinvegin skal eisini sigast, at sendingin í mínum eygum var ógvuliga vánaligur tíðindaflutningur. Upptøkurnar sýndu bert eina síðu av veruleikanum, nevnliga tað óreinu, ella tað, sum kundi skapa tær stóru yvirskriftirnar og elva til ruðulleika. Sjálv arbeiðir Kolla fyri Elite models, sum stóðu fyri skotum í sendingini, og hon vísur eisini á, at modellfyritøkan júst hevur vunnið eitt rættarmál, har kravt verður at BBC skal sýna allan veruleikan. Hetta tí myndatøkurnar vóru somikið nógv kliptar, soleiðis at hyggjarin skuldi fáa ta fatan, sum tíðindamenninir vildu hava hann at hava.
Fleiri fáa møguleikan
Á føroyaferð síni hesu ferð, hevur Kolla so roynt at fáa samband við fleiri føroyingar, sum eisini hava hug at royna seg í New York. Umboðið hjá Toyota í Føroyum, Reyni Service, sum í fleiri mátar hevur stuðlað føroysku gentunum í teirra klintran á mótastiganum, lænti henni ein bil, og so var bara at fara. Vitjað varð í fleiri støðum, og hóast uppmøtingin onkustaðni var ógvuliga lítil, so vóru yvirhøvur nógv fólk, sum sýndu arbeiði hennara áhuga.
Ikki kann sigast annað enn, at væl hevur gingist í hond í so máta, og sjálv væntar hon, at millum 29 og 35 føroyskar gentur fáa møguleika at verða í MAAI kappingini komandi ár. Hetta merkir so aftur, at íslendsku luttakarnir verða færri í tali, men hetta tykist tó ikki nerva Kollu. -Íslendingar hava havt møguleikan í eini átta ár, og eg haldi at tað í alt hava verið eini 400 íslendsk ungfólk við í New York, so tað er als ikki við ringari samvitsku, at tey verða færri í tali hesu ferð, sigur Kolla avgjørt.
Framtíðin
Hvat kunnu føroyskar gentur, sum soleiðis sleppa at royna seg í mótaheiminum, vænta av framtíðini.
Kolla kann sjálvsagt ikki geva vissu fyri nøkrum, men longu nú er líkt til, at okkurt er komið burtur úr føroysku luttøkuni í New York. Gongst eftir ætlan, skulu tríggjar av føroysku gentunum nevnliga aftur til New York í næstum, har tær skulu royna seg í tríggjar mánaðir.
Tær tríggjar eru Óluvá Johannessen, Gunnvá Patursson og Malan í Jákupsstovu Magnussen. Hetta ljóðar kanska sum ein dreymur hjá flestum ungfólki, men Kolla vísir tó á, at talan so sanniliga ikki er um nakra stuttleikaferð.
-Í tríggjar mánaðir verða tær arbeiðis so at siga hvønn dag. Talan er nú ikki longur um nakað ítriv hjá gentunum, og hetta merkir eisini, at tær verða noyddar at liva eftir røttu forskriftunum. Drekka nógv vatn, eta rætt og fara tíðliga í song. Alt hetta eru avgjørdar treytir, tí sum Kolla sigur, so er myndatólið eirindaleyst, og stórir posar undir eygunum kunnu als ikki góðtakast. - Verður hetta ikki gjørt, verða genturnar ikki koyrdar - tær koyra seg sjálvar, sigur Kolla.
Óttist ikki óttan
- Sostatt eru bestu ráðini frá mær til komandi modellir, at tær skulu hava nakað væl av sjálvsaktan, sigur Kolla.
Hon leggur tó eisini dent á, at genturnar hava eitt gott samband við foreldrini og klára seg væl í skúlanum.
Serliga skúlan leggur hon stóra áherslu á. Áðrenn tað er vorðið til rættuliga álvara, ber væl til at ganga í skúla og vera model, og skúlin er ein týdningarmikil barlast at hava seinni í lívinum.
At enda sigur hon við einum smíli, at hon í hesum sambandi hevur hug at seta føroyingum spurningin: Vita tit hvør er ringasti fíggindi tykkara? - Løtu seinni kemur hon sjálv við svarinum. -Óttin er ringasti fíggindi tykkara, tí um tit alla tíðina óttast tað ókenda og nýggja, so koma tit ongantíð úr stað.
Tíðin er nú farin at ganga undan hjá okkum báðum, og Kolla noyðist at gera seg til reiðar at fara oman á farstøðini. Bussurin bíðar ikki eftir henni
Framvegis tykist tað vera nógv, sum liggur henni á hjarta, nógv sum hon so fegin vil greiða okkum frá um sínar upplivingar í lívinum, sum hon sjálv heldur hava givið sær so nógv.
Vónandi verða stundir til hetta eina aðru ferð, men eftir lítla tíman vit høvdu saman, stendur ein við kensluni av, at við hesi kvinnu er nakað serligt. Ein kvinna, sum røkkur tey mál, hon hevur sett sær, og sum nú hevur sett sær mál saman við nøkrum føroyskum gentum. Hvørt hesi eisini verða rokkin, er enn óvist, men við hugburðinum og sjarmerandi framferðini, sum Kolla hevur, man tað neyvan verða langt av leið at rokna við, at okkkurt stórt spyrst burtur úr hesum.