Føroyingar á fiskivinnustevnu í Kópavogi

Fiskivinna

Í hesum døgum eru fleiri føroyingar á fiskivinnustevnuni, Icelandic Fisheries Exhibition 2002, í Kópavogi í Íslandi. Hetta er ein stevna, sum íslendingar fyriskipa triðja hvørt ár. Seinast, stevnan varð hildin, vóru 852 framsýnarar úr tilsamans 36 londum. Aftur hesaferð eru framsýnarar úr 36 londum, og talið av framsýnarum er á leið tað sama sum seinast.
Framsýningin fer fram í eini stórari høll og í einum tjaldi, sum er sett upp í samband við stevnuna.
Tað var íslendski fiskimálaráðharrin, Árni Mathissen, sum setti stevnuna.

Einki kollveltandi
Nógvir føroyingar eru í Kópavogi í hesum døgum, bæði sum framsýnarar undir sama taki og sum hyggjarar.
Sosialurin hevði eitt lítið prát við Poul H. Sólstein, sum saman við Bergi Poulsen er á vitjan í Kópavogi fyri Havsbrún í Fuglafirði.
Teir høvdu báðir verið á framsýningini hósdagin.
- Jú, hetta er ein stór framsýning við øllum hugsandi og óhugsandi til fiskivinnuna á landi og sjógvi. Tó vil eg ikki siga, at vit hava sæð nakað kollveltandi, men meira smáar ?justeringar? av tí, vit frammanundan vita er á marknaðinum.
Spurdur, um Havsbrún leitar eftir nøkrum ávísum til virkisemið í Fuglafirði, sigur Poul, at tað gera teir ikki.
- Vit eru her yviri fyri líkasum at ?snodda? til tað sum er her.

Viðskiftafólk
Hann vísir á, at slíkar fiskivinnuframsýningar eru góð høvi at hitta viðskiftafólk og skifta orð um ymiskt, og í Kópavogi í hesum døgum eru fleiri,sum Havsbrún samskiftir við.
- Jú, her kanst tú eisini keypa alt møguligt, men tað er ikki júst tað, vit eru farnir her yvir eftir, sigur Poul H. Sólstein.
The Icelandic Fisheries Exhibition 2002 endar leygardagin, 7. september.