Føroyingar góðska ullina til pløgg

Bretar bjálva við seyðaull.

Føroyingar brenna ullina.

Skúlaflokkur vinnur kapping, nýt ullina til bjálving.

Búnaðarstovan skipar fyri fundi um framtíðar seyðahald.

Hetta er nakað av tíðindaflutninginum í fjølmiðlunum.

Men, hvat er veruleikin um ullina, sæð við SIRRI eygum?

Mett verður, at nøgdin av ull, sum kundi komið til høldar í Føroyum liggur um 75 tons.

Sirri byrjaði at taka ímóti ull í 1998, sostatt hava vit tikið ímóti ull í10 ár, ein samanløgd nøgd uml. 250 tons.

Í 2002 kom ein innheintingarskipan í gildi, har tey sum lata ull fáa 4 kr/kg sum stuðul frá eini játtan til landbúnað.

Sambart innheintingarskipanini eru hesar nøgdir komnar til góðkendar móttøkur.

Seinasti 5 árini:

2003 59 tons

2004 42 tons

2005 22 tons

2006 38 tons

2007 44 tons

Øll ull, sum Sirri hevur keypt, er komin til høldar. Árini fram til 2006 tóku vit ímóti meira, enn vit vóru før fyri at framleiða vøru úr. T. d. 2007 hevði verði ein fyrimunur at fingið 10 tons meira.

 

Aftur til yvirskriftirnar

Nýta ullina til bjálving: Ull, sum er so vánalig, at hon ikki kann nýtast til at gera teppitógv úr, verður, sum ein møguleiki, nýtt til bjálving. Prísur, latin til virkið 1,50 kr/kg. Fyri ull til teppitógv fæst 2 kr/kg.

Føroyingar brenna ullina. Ja, tað er ein hálvur sannleiki, tí umleið helvtin kemur ikki til høldar.

Hvør er orsøkin? Er prísurin ov vánaligur? Er ongin móttøkuskipan? Ella, er tað vanlig marglætisvælferð?

 

Hvussu er prísurin á ull? Sirri letur 8kr/kg í býti við sirrivøru ella 4kr/kg kontantgjald.

Stuðul 4kr/kg umsitið av Royndarstøðini.

 

Hvat kostar tann føroyska ullin, tá ið hon er klár at nýta í framleiðsluni?

 

Keypt ull 8kr/kg

Innheinting, flokking,

pakking, fluttningur og vask. 12kr/kg

Rennement 62 % ella 30kr/kg, klár at fara í karðan

 

 

 

Um so var, at tú vildi keypt íslendska ella norska ull í sama góðskuflokki á marknaðinum

í Bradford, fæst hon fyri hesar prísir: Hvít 16kr/kg, myrkamorreyð og ljósamorreyð 13kr/kg

ljóstgrá 11kr/kg og myrktgrá 9kr/kg.

Orsøkin til, at Sirri kann lata vøru ella pening fyri ullina er bert, tí vit hava megnað at fingið

ein marknað í Føroyum og uttanlanda fyri Sirrivøruna.

Gudrun og Gudrun er nógv frammi í fjølmiðlunum, ein partur av teirra rávøru er Sirritógv.

Somuleiðis í samband við ferðavinnu, hevur rein føroysk ull í natúrlitum marknaðarvirði.

 

Er ongin móttøkuskipan?

Sirri hevur, saman við Postverki Føroya, gjørt eina skipan, sum røkkur í hvønn krók í landinum.

Ullalatarin keypur ein posa frá postverkinum, framleiddur hjá Vestpack til endamálið, posin kostar 5 kr. Í hvønn posa fara uml. 12kg ull. Sirri rindar fyri flutningin.

Tað, sum vit hoyra er, at tey, sum senda, eru fegin um skipanina

 

Vit meta, at vit eru komin so mikið ávegis at virka úr føroyskari ull,

at tað kann áleggjast øllum, sum eiga ull, at hava skyldu at lata ullina í ta

skipan, sum í dag er fingin at virka.

Alt annað er undanførsla.

 

Um so er, at ullaeigarin metir, at hann fær ov lítið fyri ullina, hevði verði áhugavert at fingið at vita, hvussu hann vil broyta tað.

 

Skinnini eru í samband við brennistøðina nokk ein størri trupulleiki.

Har er eisini ein spurningur um at góðska skinnini og at finna ein marknað. Tað er einasti vegur.

 

Hettar er rættiliga kostnaðarmikið. So er tað, hvør vil taka møguleikan.

Vit gjørdu eina lítla roynd í fjør, við gott 4000 skinnum, sum sær út at eydnast.