- Føroyingar hava ikki hugsað um avleiðingarnar

- Ein bygd, sum bara hevur summarhús, er ein avtoftað bygd, sigur Olga Biskopstø frá Útoyggjafelagnum

Útoyggjafelagið hevur í fleiri ár virkað fyri at tryggjað fólki við tilknýti til útoyggj møguleika at búgva har. Men alsamt fleiri útlendingar vísa áhuga fyri at keypa hús á útoyggj, og hetta kann ávirka møguleikarnar hjá føroyingum, sum ynskja tað sama.

 

- Útoyggjarnar eru spennandi og attraktiv støð. Men hvat fer at henda, um teir útlendingar, sum nú hava áhuga, fara at bjóða hægri uppá húsini, enn føroyingar kunnu? Eg trúgvi ikki, at føroyingar hava hugsað um avleiðingarnar, sigur Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum.

 

Les eisini: Øktur áhugi frá útlendingum at keypa hús í Føroyum

 

Nógvir føroyingar hava í dag hús á útoyggj, sum bara verða brúkt ein lítlan part av árinum. Útoyggjafelagið sær tað sum eina hóttan ímóti framtíðini hjá útoyggjum, um útlendingar eisini fara at keypa hús á útoyggj fyri síðan bara at halda til har ein part av árinum.

 

- Ein bygd, sum bara hevur summarhús, har eingin býr fast, er ein avtoftað bygd í okkara eygum. Tað er umráðandi, at tað eru fastbúgvandi á øllum útoyggjum, tí tað eru tey, sum tryggja, at mentanin verður varðveidd, og at oyggin verður røkt alt árið, Olga Biskopstø, sum meinar, at myndugleikarnir mugu taka ítøkilig stig fyri hesari avbjóðingini, áðrenn tað verður ov seint.

 

 

Les eisini: - Vit mugu vera ansin