Á ferðini vitjaðu vit m.a bátaverksmiðjuna Sarin´s Båter, sum selur eitt sindur av bátum til føroyingar.
Vit høvdu undan ferðini biðið stjóran, Thomas Sarin, um eina samrøðu. Tann 19. apríl um 9 tíðuna settu vit honum stevnu á snotiligu verksmiðju hansara.
Tá vit so koma inn í skrivstovuna, kemur ein eldri kona ímóti okkum, “er dette færingerne?” spyr hon, og vit nikka.
“Jag forstår, at i skal tala med chefen”, og við eitt er ein ungur maður har sum heilsar uppá okkum. Vit høvdu næstan hug at spyrja hvar stjórin var, men við eitt sigur hann “dette er Thomas Sarin”, ein sera fryntligur maður, sum so avgjørt ikki sá út til at hava “stjóranykkir”, nei, heldur tvørturímóti, hann var í kovboybuksum, ternutari skjúrtu og einum svørtum trygdarskóm.
Stjórin er 37 ára gamal og hevur arbeitt her á verksmiðjuni síðan 1997. Hann tók við sum stjóri í 2004.
Thomas sigur, at Sarin´s Båter byrjaði so smátt í 1967, tá pápi hansara fór undir at gera ymiskt monteringsarbeiði fyri aðrar. Ì ár eru tað eru sostatt 40 ár síðani vit byrjaðu, og tað hevur gingið ómetaliga skjótt við menningini av fyritøkuni, leggur hann afturat.
Fyritøkan er enn í dag ein familiufyritøka, tí umframt Thomas, sum er stjóri, so er mamma hansara á skrivstovuni og ein yngri beiggi, sum er tekniskur leiðari. Tvey onnur syskin eru eisini eigarar, men arbeiða ikki á verksmiðjuni. Pápin, sum settið fyritøkuna á stovn, er farin uppá pensjón.
Í 1969 fór pápin sjálvur undir at gera lítlar seglbátar úr glasfiburi, og sum ískoyti til ta framleisluna gjørdið hann eisini lítlar jollur. Hetta vant skjótt uppá seg, tí í 1975 byrjaði framleislan av bátum við motori, sum vit kenna tað í dag.
Rættuliga ferð kom á teir heilt flottu frítíðarbátarnar í 1977, og framleislan bara veksur, sigur Thomas við einum smíli. Tað er so stórur eftirspurningur í løtuni, at bíðitíðin er uppí eitt heilt ár eftir teimum stórstu bátunum, men fólk bíða gleðiliga, sigur hann.
Á sama hátt sum um allan knøttin, so eru lág- og hákonjukturar eisini í Finlandi, sigur Thomas, t.d. var tíðin í byrjanin av 80´unum sera tung fyri okkum, og tí ansa vit nú sera væl eftir ikki at vit ikki gera ov stórar íløgur, sum kunnu koma at “kvala” okkum í síðsta enda.
Hann sigur, at Sarin´s Båter hevur í dag ein umsetning uppá á leið 6 mill. og tað er hann sera vælnøgdur við, tí framleiðslan er uml. 80 bátar árliga .
Vit gera allar støddir av bátum, men serliga eru tað støddirnar 21 fót til 37 fót ið selja best. Umleið 85 prosent av framleisluni fer til útflutnings og marknaðurin er serliga Svøríki, Norra, men vit selja eisini til Russland, Japan, Grønland og sjálvandi til Føroyar.
Fyri uml. 15 árðum síðani seldu vit ein politibát til Svøríkis, men seinastu árðini hava vit selt 14 politibátar til Týsklands og fyri kortum hava vit fingið ein ordra uppá tveir slíkar til Romenia, so ordrar uppá sergjørdar bátar fáa vit av og á, sigur Thomas.
Sum nevnt, so hava vit selt nakrar bátar til Føroyingar gjøgnum áðrini. Hvussu nógvar veit eg ikki her og nú, men vit hava eitt einastandandi samstarv við føroyingar, tá teir keypa bát, sigur Thomas.
Tað liggur ein serlig veiðumentan í føroyingum, tí hóast teir keypa ein ein flottan t.d. 34 fót bát, sum vit her í Finlandi helst vildu brúkt til sól og summar og t.d. bátastevnur, so er spurningurin altíð hjá føroyingum, hvussu stórt dekkið er, so teir kunnu fáa fiskin til høldar. Eitt sum teir altíð spyrja um, er, hvar teir kunnu standa tá teir skjóta fugl ella fara eftir havhesti, so veiðumentanin situr í føroyinginum, smílist Thomas.
Thomas sigur, at í verðuleikanum er Sarin´s Båter bert ein samlifabrikk, tí alt virksemið hjá fyritøkuni er lagt til rættis á tann hátt, at teir bert samla lutirnar saman. Vit eiga formarnar og tekningarnar til allar bátastøddir hjá okkum.
Thomas sigur, at tá t.d ein føroyingur hevur avgjørt hvønn bát hann skal hava, ja so fara vit til fleiri glasfipurverksmiðjum og spyrja um tilboð uppá sjálvan skrokkin.
Tá vit hava gjøt avtaluna, so “krøkja” vit bátaformin upp á bilin og koyra formin til tann, sum hevði lægst tilboð. Soleiðis hava vit 30 undirveitarar til alt okkara virksemið, og bara tí letur hetta seg gera.
Vit kalla henda mátan at arbeiða uppá fyri “ ger tað tú er best til ”, vit á Sarin´s Båter gera samliarbeiði og standa fyri allari fyrskipan.
Vit hava sera góðar umstøður til okkara virksemi, tí vit hava tvær stórar hallir, har 9 bátar eru inni í hvørjari, og har 15 mans hava sítt dagliga samlibandsarbeiði í hvørjari høll.
So hvørt vit gera samliarbeiði koma undirveitarnir við sínum veitingum, so hvør teir eiga tørn. Hetta er einasti háttur, at fáa virksemið at glíða, og prógvi fyri hesum er, at vit seinastu 10 árini hava økt um okkara framleiðslu hvørt ár, sigur Thomas Sarin at enda við Sosialin. – Seinri í mai, tosar Sosialurin við ein føroying, sum fer eftir sínum 34 fót báti á verksmiðjuni hjá Thomas.