Tá ið ein tónleikari er væl umtóktur í einum landi ella einum øki ? hvussu lítið tað so enn er ? so hevur hann møguleikan at gera tað saman í einum størri landi.
Tað heldur Richard Ogden, sum í fleiri enn 30 ár hevur starvast í tónleikaídnaðinum ? bæði sum umboðsmaður og sum plátufelagsmaður.
? At fólki dámar ein sangara ella ein bólk í einum lítlum landi merkir ikki, at tey dáma bólkin, tí hann er úr tí landinum. Teimum dámar bólkin, tí hann hevur nakað gott at bjóða. Tí kunnu síkir sangarar og bólkarar eisini vinna fram í øðrum londum, sigur Richard Ogden.
Hann hevur verið stjóri hjá Polydor UK, hann hevði leiðandi starv hjá Sony Europe í nógv ár, og hann var í sjey ár umboðsmaður hjá Paul McCartney. Nú hevur hann sítt egna felag, har hann millum annað arbeiðir fyri at fáa føroysku Lenu Anderssen fram uttanlands.
? Eg havi fleiri ferðir roynt at gera ein sang úr einum minni landi til eitt hitt í einum størri landi, og tað hevur eydnaðst, sigur hann og sipar millum annað til tíðina, tá ið hann arbeiddi fyri SONY Europe.
Bomfunk megnaðu tað
Richard Ogden var maðurin, sum tók finska bólkin Bomfunk MC's út um landoddarnar og gjørdi teir kendar um tað mesta av Europa
? Bomfunk MC's hevði eitt hitt í Finlandi við sanginum Freestyler, og hví skal ein sangur, sum er nummar 1 í Finnlandi, ikki eisini kunna verða nummar 1 í Týsklandi. Tað ber væl til, og tað eydnaðist eisini hjá Bomfunk MC's, sigur Richard Ogden.
Hann heldur tí, at einki er í vegin fyri, at ein vælumtóktur bólkur í Føroyum eisini kann røkka út um landoddarnar.
? Ein bólkur í Føroyum er ikki væl umtóktur, tí hann er føroyskur, men tí hann hevur nakað at bjóða sínum áhoyrarum. Tí kann hann eisini koma fram uttanlands, sigur Richard Ogden.
Men tað kunnu eisini koma trupulleikar av, at ein sangari ella ein bólkur hevur havt eydnuna við sær í heimlandinum.
? Tað er gott, at bólkar hava staðið seg væl, men tað kann eisini hava við sær trupulleikar. Tey hava ofta teirra egnu hugskot, egnar kontaktir, og fólk vilja gera tingini á sín hátt, og í nøkrum førum skal eg tí fáa fortíðina av vegnum, áðrenn tað ber til at koma nakran veg, sigur Richard Ogden.
Vinnan er trupul
Hann roynir nú at føra Lenu Anderssen fram uttanlands, og hann hevur í fyrstu syftu savna orkuna um Noreg og Danmark.
? Lena er longu komin nógv longri, enn teir flestu tónleikararnir koma. Hon hevur longu givið tvær fløgur út í Føroyum, hon hevur verið uttanlands og spælt, og hon og Niclas hava nógvar góðar sangir at taka av, sigur Richard Ogden.
Hann heldur, at plátuvinnan er truplari, enn hon nakrantíð áður hevur verið.
? Tá ið eitt plátufelag umhugsar at taka ein tónleikara til sín, so spyr tað fyrst, hvussu nógv tað fer at kosta teimum. Teir spyrja ikki, hvussu nógvar pengar, teir kunnu vinna av hesum tónleikara. Og tá er tað trupult at sleppa fram at, sigur Richard Ogden.
? 99 prosent av tónleikarunum fáa einki altjóða gjøgnumbrot ella eitt hitt í einum landi, og tí skal nógv til fyri at vinna fram.
Hvussu nógv hevur hepni at siga í hesum?
? Um nú til dømis Lena kemur fram í Danmark ella Noreg orsaka av mínum arbeiði, so kanst tú siga, at tað var heppið, at eg fekk eina fløgu frá teimum, tað var heppið, at mær dámdi hana, at eg vildi samstarva við tey og so víðari. Tað eru sum Elton John segði: Harðari eg arbeiði, meira heppin verði eg.
Kontant avrokning
Tað er ymiskt, hvussu nógv plátufeløg vilja leggja fyri við nýggjum nøvnum. Við hvørt er talan um varislig átøk, meðan í øðrum førum royna plátufeløg av øllum avli at fáa eitt navn fram.
Hetta hevur eisini við sær, at plátufeløg avrokna rættiliga kontant eftir eina tíð, og tað hevur Richard Ogden eisini upplivað ? til dømis við Nerina Pallot, sum hann umboðaði og fekk ein sáttamála við Polydor.
? Polydor gav henni sekkin eftir fyrstu útgávuna. Teir brúktu nógvar pengar upp á hana, og hon var raðfest høgt hjá felagnum. Men tá ið sølan av útgávuni ikki kláraði at fylgja við íløguni, gjørdist raðfestingin hjá plátufelagnum ístaðin at fáa hana burtur. Teir vildu ikki samstarva við hana meira.
? Í øðrum førum eru plátufeløgini meira tolin, og tað er serliga, tá ið tey kunnu geva eina fløgu út við avmarkaðum útreiðslum, og sølan er hampulig. Tá vil plátufelagið gjarna halda fram, sigur Richard Ogden.