Føroyingar kunnu stuðla brøðratjóðum

Noreg og Svøríki fara saman at bjóða sær til at verða vertir fyri EM-endaspælinum í fótbólti í 2016.

 

Fótbóltssambondini í Danmark, Finnlandi, Føroyum og í Íslandi vísa góðan norðurlendskan anda og stuðla norðmonnum og svenskarum í teirra royndum at gerast vertir fyri EM-endaspælinum í 2016. Tað verður eisini mett at verða ein stórur prestisjusigur fyri norðurlond, um tvey norðurlond koma at hýsa EM-endaspælinum í 2016.

 

Nú býðst høvið hjá øllum føroyskum internetsbrúkarum at stuðla norðurlendsku brøðratjóðunum, Noregi og Svøríki í royndunum at gerast vertstjóðir fyri EM-endaspælinum í 2016.

 

Hetta kann gerast við at fara inn á heimasíðuna www.supportthebid.com - longu nú hava næstan 6.000 internetsbrúkarar víst sín stuðul til Svøríki og Noreg.

 

Tað verður eisini stutt og lætt hjá føroyingum at ferðast til EM-endaspælið í 2016, um Noreg og Svøríki verða vertir tá.

 

Fólk, sum ikki hava áhuga í fótbólti, men kortini brenna fyri norðurlendskari samvinnu kunnu sjálvsagt eisini stuðla átakinum. Eitt EM-endaspæl fer eisini at gagna ferðavinnuni og øðrum vinnum í Noregi og Svøríki.