Tað vóru serliga teir ungu grønlendingarnir, sum vístu stóran áhuga fyri einari møguligari framtíð í sjóverjuni, men føroyingar vóru ikki heilt sørir kortini.
Kunningarátøkini, sum danska sjóverjan skipaði fyri í Føroyum og í Grønlandi fyri kortum, fingu størri undirtøku enn væntað. Tað sigur talskvinnan hjá flotastøðini í Frederikshavn, Maria Martens, við Nordjyske Medier.
Endamálið við átakinum var at fáa ungar føroyingar og grønlendingar at nema sær útbúgving innan sjóverjuna.
Sjóverjan sendi skipini Triton og Hvidbjørnen á kunningarferð kring Føroyar og Grønland. Í Føroyum komu 528 ungfólk umborð at hyggja seg um og at spyrja seg fyri, og í Grønlandi vóru ikki færri enn 1.070 ungdómar umborð og fregnaðust, sigur Maria Martens.
Í heyst fer sjóverjan at skipa fyri at taka lut í útbúgvingartiltøkum í Grønlandi og í Føroyum.