Føroyingar seinni enn onnur

Ein kanning er júst almannakunngjørd, sum vísir, at føroyingar niðurbróta ávísan heilivág seinni enn onnur hvít fólkasløg. Tað skrivar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi. 300 tilvildarliga valdir føroyingar í aldrinum 18-60 ár, búsitandi í Vágum, Streymoy og Eysturoy, luttóku í kanningini, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Danmarks Farmaceutiske Universitet og deildir á Syddansk Universitet. Í tíðindaskrivinum stendur víðari at lesa, at "kanningin vísti, at virknið hjá hesum enzymum ikki er tað sama hjá øllum føroyingum. Føroyingar kunnu, eins og flest onnur fólkasløg, býtast í tveir bólkar hvat viðvíkir hesum enzymum: tey, sum niðurbróta heilivág seint og tey, sum niðurbróta vanligt. Harafturat vísti kanningin, at enzymvirknið brýtur frá tí, sum er sæð hjá øðrum kaukasusfólki (hvítum fólkasløgum), tá talan er um enzymið CYP2D6. Her vísti tað seg, at umleið 14% av føroyingum eru seinir niðurbrótarar av ávísum heilivági í mun til 7% í okkara grannalondum." Greitt verður frá, at so høgur títtleiki av seint-niðurbrótandi persónum er ikki sæddur fyrr hjá hvítum fólki, og at tað er eitt áhugavert úrslit.

hkm