Føroyingar til EM í bridge

Tvey lið úr Føroyum fara í summar til Italia at luttaka í EM í bridge. Talan er um eitt kvinnulið og eitt manslið, ið fara at umboða Føroyar

Í sambandi við EM í Italia í summar hevði Føroya Bridge Samband boðað frá luttøku við einum liði. Samstundis heittu føroyingar á italska sambandið um at útvega teimum bíligt uppihald.
Hesum játtaðu italienarar við tí treyt, at føroyingar eisini meldaðu eitt kvinnulið til EM-kappingina.
Italska bridgesambandið vísti vælvild, av tí at hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka, og tí at EM-kappingin nú hevur sjeyti ár á baki.
Úrslitið er, at kvinnuliðið nú eisini sleppur uppí part.

Nógv venjing
Bridgesambandið krevur nógv av teimum leikarum, ið hava ætlanir um at sleppa við til EM. Teir skulu venja nógv hvørja viku, og skipað verður fyri eini venjingarlegu til Danmarkar um páskirnar.
? Tá sleppa spælararnir at royna seg ímóti sterkum donskum og týskum liðum, sigur Mortan Rasmussen, ið er formaður í FBS.
Hann metir tað vera sera umráðandi hjá bridgeleikarum at hava møguleikan at royna seg í altjóða kappingum. Hetta gevur teimum møguleika fyri menning innan sína ítrótt.
Tað er tí neyðugt hjá føroyskum spælarum at vera við í altjóða kappingum eisini fyri at geva ungum leikaum høvi at samanbera seg við aðrar bridgespælarar.

Savna pening
Tað er sera kostnaðarmikið at vera við í slíkum kappingum, og Bridgesambandið væntar at skula útvega einar 150.000 krónur til EM-ferðina. Í vár verður farið undir tiltøk at útvega neyðuga peningin.
Av tí at tvey lið verða send avstað dýrkar hetta munandi um ferðina. Ferðalagið, ið fer úr Føroyum, telur nú fimtan fólk.
Mortan Rasmussen fýlist á, at FBS ikki er á fíggjarlógini. Hann vísir á, at allar aðrar ítróttargreinar umframt talv, sum bridgespælarar ofta samanbera seg við, fáa stuðul á fíggjarlógini.
Hann heldur tí, at tað er sjálvsagt, at bridge eisini fær almennan stuðul.
Tilsamans tólv spælarar fara at luttaka í EM. Seks menn og seks kvinnur. Hjá kvinnum er longu avgjørt, hvør sleppur við á ferðina. Tær verða Arnleyg Mikkelsen, Marjun Restorff, Jóna Gunnveit, Majken Johansen, Marianna Eystberg og Elise Holm.
Hjá monnum er enn ikki endaliga avgjørt, hvør á landsliðið. Trý pør vera við, men fýra pør mugu berjast um plássini. Pørini eru Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, Arnbjørn Sivertsen og Hans Jákup Petersen, Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen, Árant Berjastein og Magni Jøkladal.
Vant verður dúgliga komandi mánaðirnar, og leikararnir venja m.a. hvørt fríggjakvøld við danska landsliðnum, og hetta verður gjørt á internetinum. Svend Nourup er landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum, og hann fylgir við í venjingini á internetinum.