Føroyingar uttanlands umboða alt Føroya land

Elin Heinesen, næmingur á Statens Filmsskole, hevur seinastu árini dúgliga lagt seg út í kjakið um sambandið millum Danmark og Føroyar. Tað vakti ans í Danmark, at hon í januar mánaða var gestur í DR1 sendingini ?Profilen³, har hon greiddi frá føroyskum viðurskiftum, út frá bæði donskum og føroyskum sjónarhorni. Elin er fyrsti føroyski næmingur á deildini fyri leikritahøvundar á filmsskúlanum

Í løtuni eru nógv fólk komin hendavgein at ferðast. Millum teirra eru nógv fólk, sum búgva og virka aðrastaðni úti í heimi.

Ein t eirra er 40 ára gamla Elin Heinesen í Havn, sum umframt at halda sín føðingardag, eisini arbeiðir í summarfrítíðini.

Hon gongur á Statens Filmsskole í Keypmannahavn, har hon fær útbúgving sum leikritahøvundur.

Hetta er sami skúli sum Katrin Ottarsdóttir og kendi danin Lars von Trier, hava gingið á.

Elin Heinesen er ógvuliga virkin kvinna. Hon er útbúgvin cand. mag. í estetik og mentan, umframt at hon hevur lisið norðurlendskar bókmentir og virkisbúskap. Hon var marknaðatsamskipari í stóra danska tiltakinum »Kulturby ?96».

Hetta starvið var ógvuliga strævið, og tí valdi Elin Heinesen sjálvboðin at halda frí eitt tíðarskeið, tá hetta arbeiðið var liðugt.


Ein av átta, sum slapp inn á Filmskúlan

Hon sendi tó umsókn inn

á Filmsskúlan, men væntaði avgjørt ikki at sleppa inn.

Stórt var bilsnið, tá tað eydnaðist henni at koma inn, men fyrst skuldi hon gjøgnum fimm upptøkuroyndir.

Meir enn 100 sluppu at royna seg, og tá avtornaði vóru bert átta næmingar eftir, harav Elin Heinensen var ein teirra.

Spurd hví hon valdi at útbúgva seg víðari, sigur Elin heinesen, at hon altíð hevur skrivað, og havt stóran áhuga fyri filmslistini.

­ Eg haldi tað verða áhugavert at blanda fleiri listagreinar saman - eitt nú tónleik, bókmentir og myndir. Filmsleiklistin er tí tað fullkomna amboðið fyri meg, sigur Elin Heinesen.

­ Skalt tú siga eina søgu, skal tað gerast út frá tí sum tú sært og hoyrir, umframt at tú skalt duga at skipa tilfarið til ta tíð, sum ein filmur varir, sigur Elin Heinensen, sum tó viðgongur, at tað er meira teknikkur í slíkum arbeiði, enn fólk vanliga ímynda sær.

Útbúgvingin á Filmskúlanum varir í tvey ár, og Elin byrjaði í fjør. Hon var blakað út í tað, sum hon sjálv tekur til. Hon fekk uppgávuna at skriva eitt filmsleikrit.

­ Eg valdi, ikki at gera tað ov lætt fyri meg sjálva, og tók útgangsstøði í einum umhvørvi, sum eg ikki kendi nakað til. Leikritið er um tveir ungar dreingir, sum vóru sendir til skips fyri at gerast rættir menn.


Harðrendir sjómenn

­ Hóast leikritið nú er liðugt, haldi eg ikki, at eg havi gjørt nóg nógv fyri at kanna viðurskiftini hjá teimum, sum fara til skips,. Eg havi hoyrt ótrúligar søgur um, hvussu harðrendar skipsmanningar eru móti teimum ungu. Tað kundi eg hugsað mær at fingið meira at vita um, sigur Elin Heinesen, sum hevur sína heimasíðu á Internetinum, og tí fegin vil frætta frá sjómonnum um hendingar av slíkum slag.

Hóast Elin er í summarfrí, so er okkurt arbeiði at gera. Eitt nú við skal hon gera sjónvarpsending um lívið aftan fyri palltjaldið, tásjónleikurin ?Glataðu Spælimenninir³ varð framførdur í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðan, har hon sjálv hevði ein leiklut.

Meðan venjingarnar fóru fram, hevði hon eitt video upptøkutól við sær til arbeiðis. Ætlanin var bert at hava hesar upptøkur sum minnir um áhugaverdar dagar, men sum fráleið og fleiri høvdu sæð upptøkurnar, varð avtalað við SvF um at gera eina sending um hetta.

Fyri 10 árum síðan góvu Elin Heinesen og Kári Jacobsen bandið ?Nalja³ út. Hetta var útselt eftir hálvum øðrum ári, og er ongantíð endurútgivið.

Nú hevur Plátufelagið Tutl gjørt av at senda ?Nalju³ út á fløgu, sum kemur út áðrenn ólvansøku.

Á fløguni er eisini nýggjur sangur »Heimlongsul» sum Elin Heinesenn hevur yrkt og Kári Jacobsen skrivað lag til.

Í sjálvbodna arbeiðssteðginum áðrenn Elin fór á Filmskúlan, lærdi hon seg at gera heimasíður á Internetinum.

Tað fekk hon eisini brúk fyri, tí hon hevur luttikið aktivt í orðaskiftinum um viðurskiftini seinastu árini millum Danmark og Føroyar. Tað hevur hon gjørt bæði á Internetinum og í donsku fjølmiðlunum.


Vildi ikki vera ræðuskítur

Tá Elin Heinesen beint eftir at bankakanningin varð liðug, skrivaði sjónarmið í Berlinske Tidende, førdi tað til, at hon varð biðin um at vera gestur í sjónvarpssendingini »Profilen» í DR 1, har hon skynsamiliga greiddi frá sínum sjónarmiðum í sambandi við bankamálið og viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Hon legði ikki fingrarnar ímillum, men segði sína greiða hugsan um ríkisfelagsskapin og handfaringina av føroysku kreppuni, bæði í Føroyum og í Danmark.

­ Tað er ikki einum og hvørjum beskorið at sleppa í» Profilen». Hvussu kom hetta í lag?

­ Tað var tilvildarligt, at eg júst ta vikuna, tá Fólkatingið hevði orðaskiftið um bankamálið, hevði sjónarmiðið í blaðnum Berlinske Tidende.

­ Sjónvarpsverturin ringdi og spurdi, um eg vildi luttaka, við tí grundgeving, at her var ein føroyingar, sum royndi at knýta bond báðar vegir.

­ Í fyrstuni helt eg meg aftur.» Profilen er beinleiðis sending, og tú fært ikki at vita framman undan, hvørjir spurningar verða settir. Kortini umhugsaði eg støðuna, og eftir at eg hevði tosað við vinfólkini, váttaði eg at luttaka, tí eg vildi ikki vera ræðuskítur, sigur Elin Heinensen.

Sendingin vakti ans í Danmark, og tá DR kannaði hyggjaratølini, høvdu 800.000 fólk sæð sendingina. Hetta vóru nógv fleiri enn tey, sum sóu hólmgonguna millum Nyrup Rasmussen og Ellemann-Jensen, sum var um sama mundið.

­ Tú hevur búð í Danmark í 14 ár. Hví er tað so umráðandi at leggja teg út í orðaskiftið um føroysk viðurskifti í Danmark?

­ Sum føroyingar uttanlands ert tú altíð umboð fyri Føroya land, og tú hevur skyldu at vera við í kjakinum. Serliga tí danir eru so óvitandi um føroysk viðurskifti og hava so nógvar fordómar mótvegis okkum. Føroyingar siga ikki so nógv, og tað skilji eg væl. Eg hugsi at veitin er so stór, at fólk flest ikki orka at leggja seg út í málið.


Danir skuldu vita hvat fyrifórst í Føroyum

­ Eg helt, at danir skuldu vita hvat fyrifórst í Føroyum, men kanska var tað eisini sjálvvitskan sum gjørdi um seg, fyri at tað skuldi verða lættari hjá mær, sigur Elin Heinesen og brosar.

­ Hvat heldur tú um úrslitið av samráðingunum og nýggju avtaluni millum Landsstýrið og stjórnina?

­ Føroyingar hava fingið tað, sum teir bóðu um, og úrslitið er fyrst og fremst eitt tekin um, at danir ásanna skeivu viðferðina teir góvu føroyingum, so tað stendur eftir, sigur Elin Heinesen.


Loysingarrørslan ongantíð so stór áður

Kortini er hon bangin fyri, at danir nú kanska bara fara at siga, at nú hava føroyingar fingið sín vilja, og at føroyingar síðani fara at detta aftur í gamla leiklutin, har ongar visiónir eru fyri framtíðar politikkinum, og lata seg rura í svøvn.

­ Bara vit ikki gloyma avleiðingarnar, nú vit endiliga hava fingið eyguni upp fyri fyri, at danir ikki tæna føroyskum áhugamálum.

­ Loysingarrørslan hevur ongantíð verið størri enn í dag. Tað er bert at vóna, at hon ikki hvørvur, nú viðurskiftini hjá fólkinum eru farin at batna, sigur Elin Heinesen.


www.elin-heinesen.suite.dk