Føroyingar vilja keypa Hotel Føroyar

Samráðingar eru í løtuni millum Smyril Line og føroyskar keyparar, ið eru áhugaðir í Hotel Føroyum. Eisini aðrar ognir hjá Smyril Line eru á sølulista

Alt verður í hesum døgum gjørt fyri at bjarga Norrönu. Millum annað eru samráðingar um at selja burtur av øðrum ognum hjá Smyril Line. Tað mest ítøkiliga í løtuni er søla av hotellinum við Oyggjarvegin.
Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line, váttar, at samráðingar í løtuni eru við áhugarar keyparar, sum vilja hava Hotel Føroyar. Við í teirri søluni er eisini vallaraheimið, sum liggur við síðuna av hotellinum, sigur Klæmint Weihe.
Hann sigur, at talan er um føroyingar, sum samráðingar nú eru við. Onkur útlendingur hevur eisini víst áhuga, men tær seriøsu samráðingarnar eru so bara við tann eina partin í løtuni. Hvør tað er, og hvussu nógv boðið er, vil nevndarformaðurin ikki siga nakað um.
Eisini aðrar ognir hjá Smyril Line hava verið nevndar í samband við, at seljast skal fyri at fáa til vega likvititet til at bjarga Norrönu. Skrivstovubygningarnir við Jónas Broncksgøtu hava verið nevndir, eins og útferðarskipið Norðlýsið eisini hevur verið umtalað sum ein møgulig inntøkukelda.
Norröna fer fyribils at halda fram at sigla sum higartil. Samráðingarnar við Fjord Line ganga sína gongd sigur Klæmint Weihe, og í hvussu er til jólasiglingin er av, fer Norrön at sigla upp á Føroyar.
?Og so aftur í summar. Tað er heilt vist, at vanliga summarsiglingin verður, sum hon plagar at vera, og tað verður Norröna, sum fer at sigla, sigur Klæmint Weihe. nevndarformaður i Smyril Line.