Føroyingarnir fylgja væl við

Mánadagin blandaði Hans Kristian Simonsen seg av álvara upp í toppstríðið, tá ið hann vann á norðmanninum Eiriki Gullaksen

TALV

Tað var rættuligur spenningur í luftini, tá ið tað klokkan tvey seinnapartin í gjár varð farið undir sætta umfarið í fjórðu Klaksvík International í talvi, sum í hesum døgum er í Leikalund í Klaksvík.
Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði syrgdi mánadagin fyri, at vónirnar fyri føroyskum sigri eru góðar. Við svarta fólkinum vann hann við góðum spæli á norska IM Eirik Gullaksen og legði seg harvið undir liðina á svenska IM Johan Erikssson, sum mánadagin við svarta fólkinum telvaði remis móti Heina Olsen.
Mánadagin gekk tað eisini væl hjá Helga Dam Ziska, sum verður sagdur at hava telvað væl alla tíðina, men sum ikki fekk nakað burturúr teimum fyrstu trimum umførunum. Sunnudagin og mánadagin hilnaðist betri. Tá fekk ungi havnarmaðurin tvær ferðir remis, og tað tað varð í gjár avgjørt ikki mett óhugsandi, at hann skal fara at vinna okkurt talvið.
Teir seks telvararnir telva allir tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Mánadagin vóru teir komnir runt soleiðis at skilja, at allir høvdu sitið yvir av hvørjum øðrum. Síðsta umfarið verður leygardagin.
Tað ber til at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya. Hon er at finna á www.farochess.com.

5. umfar mánadagin
Helgi Dam Ziska-IM Jens Ove Fries-Nielsen 0,5-0,5
FM Heini Olsen-IM Johan Eriksson 0,5-0,5
IM Eirik Gullaksen-Hans Kristian Simonsen 0-1

6. umfar týsdagin
IM Johan Eriksson-Helgi Dam Ziska
FM Heini Olsen-IM Eirik Gullaksen
IM Jens Ove Fries-Nielsen-Hans Kristian Simonsen

7. umfar mikudagin
Hans Kristian Simonsen-IM Johan Eriksson
Helgi Dam Ziska-FM Heini Olsen
Eirik Gullaksen-IM Jens Ove Fries-Nielsen

Støðan eftir fimm tey fyrstu umførini
Hans Kristian Simonsen og IM Johan Eriksson 3,5 stig
Heini Olsen 3,0 stig
IM Eirik Gullaksen og IM Jens Ove Fries-Nielsen 2,5 stig
Helgi Dam Ziska 1,0 stig