Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd boðaði fyrr í vár frá, at tey hava fingið samband við nakrar føroyingar, sum eru ímóti grindadrápi og vilja stuðla Sea Shepherd. Vit hava ikki hoyrt nógv meira um hetta síðan tá, men í gjár fingu vit eina ábending um, at felagsskapurin talaði satt.
Tí tá grind var í Hvannasundi í gjár, var Sea Shepherd til staðar. Men talan var ikki um ein amerikanara, eingilskmann ella dana - tað var ein føroyingur. Føroyski maðurin filmaði grindadrápið og stroymdi tað á facebooksíðuni "Sea Shepherd Faroe Islands Campaign".
Vit hava verið í samband við mannin, sum filmaði fyri Sea Shepherd, men hann hevur onga viðmerking.
Til ber at síggja filmsbrotið HER - og á filminum sæst ein spyrjandi føroyingur, sum ikki skilir, hví hesin velur at hjálpa Sea Shepherd soleiðis.
Hvalakúla á húkinum
At ein føroyingur filmaði fyri Sea Shepherd, var ikki tað einasta merkisverda við grindini í Hvannasundi mikudagin. Tí í morgun vaknaðu klaksvíkingar upp til eina ófrættakenda sjón - ein hvalakúla varð sett á eyðkenda húkin í rundkoyringini í Borðoyarvík. Um vit leggja tvey og tvey saman, kunnu vit rokna við, at hvalakúlan kemur frá grindini í Hvannasundi í gjár.
Men hvør hevur gjørt hetta óðamannaverkið er óvist. Sea Shepherd hevur í øllum førum tikið frástøðu frá tí á facebooksíðuni "Sea Shepherd Faroe Islands Campaign". Har stendur skrivað:
– Hetta er respektleyst móti grindahvalinum sum lat lív í gjár, og vit kunnu staðfesta, at Sea Shepherd hevur einki við hetta at gera.