Í mong ár sigldi Jón Dahl Joensen í Grønlandi, men fyri nøkrum árum síðani skifti hann, og fór at sigla við stórum ferðamannaskipi í Caribia.
Og henda yrkisleið hevur ført til, at hann nú er á landi í Finnlandi, har hann er eftirlitsmaður, og ger ymsar tøkniligar skipanir, nú reiðaríið byggir heimsins størsta ferðamannaskip. Jón skal eisini mynstra við sum einasti føroyingur, og hann mynstrar sum annar maskinsjtóri.
Luksus
Reiðaríið eitur Royal Caribbean International Ltd.
- Kjølurin til heimsins størsta ferdamanna skip, Oasis of the Seas, var lagdur fyri just einum ári síðani, og hon bleiv dokkað ut fríggjadagin 21. november á skipasmiðjuni STX i Turku i Finlandi.
Oasis er nu gott 65% liðug, sigur Jón Dahl Joensen.
- Oasis siglir fra skipasmiðjuni i Finnlandi til Ft. Lauderdale i Florida fyrst i november 2009, og skal í sigling i Caribia um eitt ár, har hon skal bjóða 7 daga cruis við ómetaligum og óhugsandi undurhaldi, sigur Jón Dahl Joensen.
Óhugsandi støddir
Oasis of the Seas er fyrsta skip av tveimum av Genesis klassanum, sum er heimsins nógv størsta og er 220.000 BRT, 360 metur long, 47 metur breið og hevur 18 dekk.
- Hon hevur 3 Azipod skrúvur, hvør a 20 MW sum íalt geva góðar 81.000 hestar til framdrift, og 4 bógskrúvur, hvør uppa 5,5MW, uml 7500HK, greiður Jón Dahl Joensen frá.
- Hon skal taka 5400 gestir, og hevur eina manning uppá góð 2200 menniskju. Hitt skipið kemur at eita Allure of the Seas, og skal vera liðugt seint i 2010, sigur Jón Dahl Joensen.
Tá skipað varð flotað 21. november, var hátíðarhald.
- "Float out" hátídarhaldið byrjaði á skipasmiðjuni, har m.a hornorkestur, røður, kanónskot og ventilarnir til dokkina vóru latnir upp, so sjógvurin streymadi inn, sigur Jón.
Aftaná var døgurði og undirhald í Kongsins Høll á tí 700 ára gamla slottinum i býnum.
- Turku, á svenskum Aabo, er ein sera hugnaligaligur, søgurikur, áhugaverdur og vakur býur og folkið er sera vinarligt, sigur Jón.
- Mitt arbeiðið her i Turku er m.a programmering av tekniskum skipanum, og uppsyn við arbeiði, til skipið siglur, har eg verði einasti føroyingur av allari manningini, og skal eg mynstra sum annar maskinstjóri, sigur Jón Dahl Joensen.
Til ber at vitja (www.oasisoftheseas.com)