Í morgin heldur rættarmálið móti 42 ára gamla føroyinginum fram í Lyngby. Hann er ákærdur fyri at hava eggjað eini javnaldrandi kvinnu til at fremja kynslig brotsverk móti sínum egna soni.
Í morgin fer ákærin aftur undir at ganga ígjøgnum samskifti millum mannin og kvinnuna, umframt at kvinnan væntandi fer at vitna móti manninum í morgin.
Tað var á miðlinum LinkedIn, at tey bæði samskiftu. Maðurin greiddi hósdagin í síðstu viku frá, at hann helt at bæði skiltu, at alt var íspunnið, sum tey tosaðu um, og hann droymdi ikki um, at tað vóru veruligar myndir, sum kvinnan sendi sær av henni og soninum.
Kvinnan filmaði ágangin og sendi upptøkurnar til mannin.
Misnýtslan av lítla dreinginum fór fram á einum bústaði í Charlottenlund millum juni og september í fjør. Nakar ferðir bílegði hann fleiri ferðir ágang sama dag, stendur í ákæruritinum.
Tann 42 ára gamli maðurin er ákærdur fyri viðvirkan til neyðtøku av dreinginum fleiri enn 20 ferðir við at eggja mammuna til at hava annað samband við hann enn samlegu.
Tað var LinkedIn, sum varnaðist hesar myndirnar og meldaði tær til amerikonsku trygdarløgregluna FBI, sum síðani setti seg í samband við donsku løgregluna.
Føroyingurin bleiv handtikin í Kastrup 16. oktobur og hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani. Kvinnan bleiv handtikin 19. septembur.
Málið er reist sum eitt nevningamál, so væntandi fer ákærin at biðja um minst fýra ára fongsulsrevsing til mannin. Mamma at dreinginum fekk trý ár og níggju mánaðir fongsulsrevsing fyri brotsverk síni móti soninum. Hon játtaði seg seka, men føroyingurin noktar seg sekan í ákærunum.
Seinasti rættarfundurin í málinum er settur á skrá at vera mánadagin, 28. mai.