Umframt at vera veitari av alibátum, hevur KJ Hydraulik á Kambsdali eisini í fleiri ár verið veitari av aliringum, og her hevur gongdin verið á leið hin sum við alibátunum. Aliringarnir eru vorðnir bæði størri og sterkari og frá at ala inni á firðum og sundum, verður nú eisini alt út móti opnum havi.
Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ, vísir á, at fyrstu aliringarnir, sum KJ framleiddi, vóru 60 metrar í ummáli, og nú eru størstu ringarnir 200 metrar í ummáli. Hann sigur, at størstu ringarnir, sum KJ hevur framleitt, eru teir, sum Luna nú hevur liggjandi á Víkum í Vágum og út fyri Velbastað.
- Eitt ummál á 200 metrar og ein síðuhædd á nótini á 15 metrar, gevur tilsamans einar 47.000 rúmmetrar, leggur hann aftrat.
Føroysku fyritøkurnar, sum keypa aliringar hjá KJ, eru Bakkafrost og Luna, og á Kambsdali eru tey ógvuliga fegin um og takksom fyri, at føroyskar fyritøkur vísa føroyskum framleiðarum álit.
- Føroyska alivinnan er krumptappurin í okkara framleiðslu av bæði tvíkiljum og aliringum. Men, eins og við tvíkiljunum, eru vit eisini veitarar av aliringum til útlendska marknaðin, eitt nú í samstarvi við Vónina, sum ger nótir og fortoyningar.
Jóannes Mørkøre vísir á, at við góðu sambondunum og samstørvunum, sum KJ hevur við bæði føroysk og útlendsk alifeløg og veitarar annars, liggja nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman hjá fyritøkuni á Kambsdali.