Føroysk duo á turné í Keypmannahavn

TíÐindaskriv

 


Føroyingarnir Páll Sólstein, waldhorn og Helgi Breiner, orgul hava spælt saman í eina tíð og spæla í komandi viku tvær koncertir í Kjøpinhavn.

Hósdagin t. 26. apríl kl. 19.00 í Husum kirkju og sunnudagin t. 29. apríl í Frederiksberg Slotskirkju. Páll Sólstein hevur spælt sum solistur við Føroya Symfoniorkestur og spælt við Jerusalem Symfoniorkestur áðrenn hann fekk starv í Tí Kongaliga Kapellinum í Kjøpinhavn. Í nógv ár hevur hann eisini spælt við í Aldubárini. Helgi Breiner var organistur í Fuglafjarða Kirkju í ungdómsárunum og hevur lisið bæði á Musikkonservatoriunum í Århus og Kjøpinhavn. Síðani 1998 hevur hann verið organistur og kantor í Frederiksberg Slotskirkju.

Á konsertunum verður høvi at hoyra tónleik av Bach, Mendelssohn og svenskan romatiskan tónleik.