Føroysk lið spæla betur nú (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Olsen á Fòtbóltsgalla í Reinsarínum í gjárakvøldi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við landsliðsvenjaran, Lars Olsen beinleiðis á FM1 á Fótbóltsgalla, ið var í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í gjárakvøldi.

 

Lars Olsen heldur, at føroysku felagsliðini spæla betur fótbólt nú enn tey gjørdu tá hann kom í starvið sum landsliðsvenjari fyri skjótt sjey árum síðani.

 

Lars Olsen er glaður fyri avbjóðingina landsliðið hevur í Nations League kappingini. Heimadystirnir ímóti Malta og Kosovo hava verið nøktandi, men 0-3 tapið á Tórsvølli ímóti Aserbadjan svíður. Á útivølli ímóti Kosovo var ikki so nógv at gera ímóti einum nógv betri liði. 

 

Á skemtiligu síðuni segði Lars Olsen, at Tróndur Arge kundi koma uppá tal sum landsliðsevni um hann skoraði nógv mál fyri Giza Hoyvík.