Framsýningin “Býarløg” hjá Hanna Bjartalíð, Anker Mortensen og Hansinu Iversen í Mullers Pakkhúsi hevur rætt og slætt tað, sum skal til, fyri at ein framsýning eydnast til fulnar. Hon er poetisk, undurvøkur og so vekir hon eisini viðkomandi undran hjá áskoðaranum, sum samstundis kann fegnast um, at tað eyðsýniliga stendur betri til við føroysku listini, enn danskir ummælarar fyri tíðina vilja vera við.
Rúmlig avbjóðing
Tá tað nú eru trý av okkara bestu listafólkum, sum sýna fram, er tað ikki so nógv tað høga góðskustøðið, men meira handfaringin av framsýningarhølunum, sum kemur óvart á. Tí Müllers Pakkhús er ikki lættasta hølið at fáast við, tá talan er um uppheinging av listaframsýningum. Rúmið er so nógv í sær sjálvum við skeivum vinklum og imponerandi grótveggjunum, sum skjóta seg fram og aftur í rúminum, og hetta elvir lætt til trupulleikar, tá listaverk skulu plaserast. Á onkrum framsýningum í Müllers Pakkhúsi hava vit sæð fríttstandandi upphangstalvur, sum møguliga eru praktiskar, men sum jú fullkomiliga fjala vakra rúmið. So er betri at síggja eina framsýning sum hesa, her verkini spæla framúr væl saman við hølinum, og tú eisini fært eina kenslu av, at hølið er ein umráðandi partur av sjálvum hugskotsgrundarlagnum undir framsýningini.
Uppheingingin av verkunum hjá teimum trimum listafólkunum er ymislig og væl hugsað bæði í mun til heildina og einstøku listaverkini, sum, tó at tey eru rættiliga ymisk, hanga væl saman í eini heild í samskifti við hvørt annað; stóru myndirnar hjá Hansinu Iversen, sum hanga á endavegginum eitt gott petti út frá sjálvum múrinum og smáu myndirnar hjá Anker Mortensen, ið eru settar inn í tann óslætta grótveggin og so myndirnar og objektini hjá Hanna Bjartalíð, ið á ymsan hátt standa og liggja á gólvinum og á plattum.
Tað stórbæra, tað inniliga og tað eyðmjúka
Sum sansaligar ovursjónir hanga myndirnar hjá Hansinu Iversen á endavegginum og lýsa móti áskoðaranum, tá hann trínur inn í rúmið. Hansina Iversen er nógv broytt, síðani eg seinast sá hennara myndir og til ber at staðfesta, at hon aftur hevur flutt seg nógv, eisini í mun til fyrimyndir sum Mark Rothko og Ninu Roos.
Myndirnar eru enn nonfigurativar við rundleiddum formum, og listakvinnan fæst enn við rúmdina í myndunum, ið gerst alsamt meira víðkað og samansett. Men í mun til áður tykjast nýggju myndirnar heldur flatari við meira eindimensionalum formum, ið breiða seg um allan myndaflatan. Litirnir eru gløðandi heitir, myrkt brúnt við einum næstan ósjónligum bláum farra, ið svalir og javnvigar í mun til tann appilsingula og reyða litin vinstrumegin í myndini. Í miðgrundini liggur ein heitur sóljugulur, rundleiddur formur á skák í spenta myndarúminum, ið tykist vera á tambi sum beint áðrenn eina spreinging av onkrum slag.
Sami áhugin fyri tí organiska, livandi vøkstrinum hómast somuleiðis í smáu myndunum hjá Anker Mortensen, tó at tær eru púra ymiskar í mun til myndirnar hjá Hansinu Iversen í innihaldi, estetikki fyri ikki at tala um stødd. Smáu støddirnar draga áskoðaran tætt at myndunum og geva eina inniliga uppliving, sum eisini ber brá av mystikki og átrúnaði, til dømis í fleiri av træmyndunum, ið sipa til gamlar halgimyndir (ikonir). Myndevnini eru rættiliga ymisk, men í fleiri myndum hómast eitt landslagsskapilsi, sum á abstraktan, fabulerandi hátt tykist bera fram kenslur av eydnu, lættleika og einum eyðmjúkum og endaleysum takksemi. Anker Mortensen er í sínum myndamáli ikki óskyldur Ingálvi av Reyni í teimum rørandi einfaldu vatnlitamyndunum, sum Ingálvur málaði tey seinnu árini.
Endurnýggjað bygdamyndevni
Teir smáu húsaskulpturarnar hjá Hanna Bjartalíð kenna vit aftur frá Heystframsýningini í fjør, men nú hevur listamaðurin skapað fleiri av hesum sermerktu standmyndunum, ið eru so originalar og fínar, at um Listasavnið ikki rennur oman á leistum í Müllers Pakkhús at ogna sær nakrar, - ja so skilji eg einki. Hetta er forrestin eisini galdandi fyri hini bæði listafólkini – og nú verður eisini betri pláss í Listaskálanum, nú Grafiski Verkstaður Føroya er fluttur oman á Skálatrø.
Tað er okkurt barnsligt og frítt yvir húsaskapilsunum hjá Hanna Bjartalíð, ið minnir um kroysurnar, børnini plagdu at byggja fyrr. Samstundis er eingin ivi um, at tað er ein vaksin listamaður, ið stendur aftan fyri tær mongu detaljurnar sum til dømis glasvindeygu og gardinur, eins og tær poetisku litsamansetingarnar geva okkum varhugan av eini kenslubornari listamannasál. Myndevnisringrásin hjá Hanna Bjartalíð hevur ofta snúð seg um heimalívið, men hann hevur víðkað hesar frásøgumerktu myndirnar við øðrum meira dekorativum myndevnum. Hetta er galdandi fyri teir mongu grínandi skøltarnar, sum listamaðurin hevur valt at málað einamest av tí einfaldu orsøk, at honum dámar vakra formin á menniskjaliga skallanum. Myndirnar eru allar pastost málaðar við nógvum, tjúkkum løgum av máling, meðan myndevnið oftast er ógvuliga einfalt. Í summum myndum sameinir listamaðurin tað dekorativa og tað narrativa, eitt nú í myndini “Gul bygd”, har Hanni Bjartalíð um somu tíð vísir til og endurnýggjar klassiska føroyska bygdamyndevnið.
Føroysk list kolldømd
Tey eru ikki tespilig, ummælini, sum føroysk listafólk hava fingið niðri í Danmark í seinastuni. Fyrst var tað skarprættarin á Informatión, tann trendy listasamlarin Michael Jeppesen, sum so at siga legði linjuna, tá hann við støði í framsýningini “Natúrligvís” kolldømdi alla føroyska list (uttan Zacharias Heinesen!), tá hann staðfesti, at grundir eru til, at føroysk list ikki er kend uttan fyri Føroyar.
Og herfyri var tað freelance-ummælarin, akademikarin Torben Sangild, sum í mong ár hevur ummælt tónleik, sum í Politiken gav okkum av grovfíluni í ummæli av framsýningini "Færøsk samtidskunst" á Bryggjuni við at sammeta føroysk listaverk við verk, ið eru at finna á einum og hvørjum kvøldskúlaskeiði. Eitt ummæli er bert ein meining. Hendan meiningin fær kanska eina breiðari eksponering enn aðrar meiningar, men framvegis er hon bert ein meining, sum lesararnir kunnu taka støðu til. Men mong hava øst seg um ummælið hjá Sangild, sum er ørkymlandi, tá hugsað verður um, at nøkur av okkara bestu listafólkum luttóku á teirri ummældu framsýningini.
Í staðin fyri at harmast skulu vit kanska gleðast um atfinningarnar. Eg vil til ein og hvørja tíð heldur hava erligar ákoyringar enn tey deymutu føroyavinaligu ummælini, sum altíð vóru prinsipielt positiv á teirra serliga, eitt sindur niðurlátandi hátt við støði í romantiseraðu og stereotypu ímyndini av føroyingum sum eitt primitivt náttúrufólk. Føroyingar eru komnir víðari, og tað eru okkara listafólk sanniliga eisini, tó at vit møguliga ikki duga so væl at gera vart við hetta.
Eitt nú er listamaðurin Marius Olsen (sum var ein teirra, ið funnist varð at í ummæli Sangilds) í sínum verkum bæði metalistarligur og filosofiskur, sum eg veit ikki hvat. Hansara myndir eru intertekstuellar ella sipa til aðrar myndir, eins og tær ofta innihalda myndir í myndini osfr. Hetta er bara ikki nakað, sum Marius ger serliga nógv burturúr í heitum sínum, sum ofta eru rættiliga ítøkilig og beint fram.
Vantandi kunnleiki til føroyska myndlist
Uppgerðin við “Færøkunst” er óivað tiltrongd, men tað, vit nú hava sæð av donskum ummælum, er tíanverri merkt av vantandi kunnleika til føroyska list, sum helst er úrslitið av vantandi áhuga, ið aftur kann hanga saman við mongdini av vánaligari føroyskari list, sum hevur verið eksporterað til Danmarkar millum ár og dag. Alt hetta úrslitar í, at tað gerst í lagi at spilla føroyska list út í ummælum, har tað verður siktað sum í blindum. Tú skalt í øllum førum vera starblindur fyri ikki at fata poetiska lættleikan og listarligu tyngdina í verki Anker Mortensens (eisini ein teirra, ið funnist var at í nevnda ummæli).
Sum rákið hevur verið seinastu árini, er abstrakt myndlist rættiliga ómoderna, (eitur tú ikki Per Kirkeby og framsýnir á Tate Modern í næstum), og sum tað sær út í løtuni, er føroysk list eisini ómoderna í øllum førum millum ummælarar í Keypmannahavn. Hesum kunnu vit tó liva við, so leingi vit hava framúr listafólk sum tey, ið sýna fram á framsýningini "Býarløg" og tey omanfyri nevndu, eins og Trónd Patursson, Tórodd Poulsen, Arnold Vegghamar, Rannvá Kunoy, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen fyri bert at nevna nøkur – har eru mong onnur.
Tað, okkum vantar, er tað, sum eigur at vera rundan um listina, t.d. kompetenta listaformidling og listakjak, ið kann hækka støðið ikki á listini, men á føroyska listatilvitinum. Hetta hevði óivað heilt av sær sjálvum ført við sær fjølbroyttari listatilgongdir, herímillum eisini meira av konseptlist. Tað, sum krevst, umframt útbúgvingarmøguleikar her á landi, er heilt einfalt, at fólk við rættum førleikum verða sett í rættan sess allastaðni, har listin verður viðgjørd, stuðlað og formidlað.
Framsýningin »Býarløg« í Müllers Pakkhúsi í Havn er opin fram til 18. juni 2009 dagliga frá klokkan 14:00 til 17:00. Tað er Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, sum hevur kuraterað framsýningina