Burn: VÍF vann bronsuheiðursmerkini

65 mál vóru skotin í bronsudystinum móti StÍF

Tilgjørd mynd: HSF

VÍF er bronsuvinnari í Burn Mansdeildini 2025.

 

Í høllini í Vestmanna eydnaðist tað vestmenningum at vinna 35-30 á StÍF í bronsudystinum. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. 

 

Við níggju málum var Dánjal Ragnarsson toppskjútti hjá VÍF. Ungi Pauli Rasmussen var við 11 málum stórskjútti hjá StÍF í dag.

 

Klokkan 19 byrjaði tann fyrsta av møguliga fimm FM-finalum millum Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá bronsudystinum í Vestmanna:

 

##med2##

 

Tilgjørd mynd: HSF