Tordur er upprunaliga sørvingur, sonur Valborg og Heina Martin Niclasen.
Hann fann í Ísrael saman við eiðisgentuni Sigrun, og tískil bleiv hann eiðismaður.
Tordur hevur havt eina serliga lívsleið. Hann var í 1964 við Henry Freemann og var enntá í sjálvdrátti eins og eg sjálvur mín fyrsta túr til skips. Meðan eg fekk 2020 fiskar í 1958, fekk Tordur 1684 fiskar í 1964. Tað var ikki so galið fyrsta túrin.
So Tordur hevur sum nakar roynt lívsins skúla.
Men Tordur hevði ikki hug at halda fram á sjónum, so hann fór at læra til sjúkrasystir, sum tað kallaðist tá. Seinni er tað blivið til “sjúkrarøktarfrøðingur”. Hann treivst væl sum einsamalt mannfólk at arbeiða saman við sínum felags ”systrum”.
Royndirnar hjá Tordi á hesum øki gjørdu sítt til, at hann frá 1983 til 2017 var leiðari á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, síðani á Roðanum, tá eldraøkið varð lagt til kommununar.
Tá ið Tordur hevði verið 20 ár í starvi 1. oktober 2003 varð hetta markerað við eini móttøku.
FF-blaðið skrivaði tá millum annað:
Tað var eingin ivi um, at tað var rætt at seta Tord sum leiðara fyri heiminum.
Tað er greitt, at tað hevur stóran týdning at hava trivnað á einum slíkum heimi, so tey avvarandi kunnu kenna seg trygg. Hetta er eydnast sera væl. Starvsfólkini fara við búfólkini, sum at tey vóru teirra nærmastu næstringar.”
Kann av royndum siga, at hetta heim var væl rikið. Hevði nevniliga pápa her, til hann doyði í 2005. Vit í ættini føldu okkum altíð trygg hansara vegna.
Men hetta var ikki nóg mikið fyri Tord. Hann fekk eisini hug at koma í politikk. Hann gjørdist virkin í tí flokki, sum í dag er Miðflokkurin.
Sum politikari hevði Tordur eisini sína hugsan um eldra- og røktarpolitikk. Tað hevur avgerandi týdning fyri politiska støðutakan, at ein hevur royndir á økinum, sum talan er um.
Hann var í landspolitikki sum løgtingsmaður og landsstýrismaður frá 1984 til 1998, og hetta gekk hann uppí við lív og sál.
Men hann hevði eisini hug á kommunupolitikki. Fra 2001 til 2008 var hann limur í bygdaráðnum og borgmeistari á Eiði. So Tordur kundi gleða seg um, at tað varð víst honum álit, og hann livdi eisini upp til tað.
Men Føroyar eru ikki nógv mikið fyri Tord. Han fekk eisini ein brennandi áhuga fyri Grønlandi.
Hann hevði farloyvi 1998-99, tá hann saman við familjuni var í Kuumiut í Eysturgønlandi og starvaðist sum ábyrgdarhavandi á ”sygeplejetationen” har. Tordur hevur síðan javnan í styttri og longri tíð verið aftur í Grønlandi og starvast innan hetta øki. Her eru eisini avbjóðingar, so tað forslær.
Tað er eingin ivi um, at Tordur hevur ein brennandi áhuga og umsorgan fyri grønlendska fólkinum. Hetta kom eisini fram í tí hann skrivaði í FF-blaðnum í síni tíð har yviri, og eisini tað, sum hann hevur ført fram seinni.
Hann ferðast framvegis javnan til Grønlands, har ein sonur er búsettur.
Tordur er eisini ein dyggur stuðul hjá Sigrun í hennara listarliga virksemi. Hetta førir eisini til ferðing í mongum londum.
Og so hevur hann eisini áhuga fyri Ungarn, og hann heldur saman við familjuni føðingardagin í Budapest saman við einum skiftisnæmingi, ið sum ung genta búði hjá teimum á Eiði. Her er tískil trúfesti báðar vegir.
Ynskt verður Tordi og hansara tillukku við degnum og góða eydnu framyvir.
ó.