Leygardagin 16. mars letur ein listaframsýning upp í Galleri Yada í Hvide Sande, har fleiri føroysk listafólk eru við.
Tað er danin Chris Christiansen, ið búði í Føroyum seinast í 80'unum, sum skipar fyri framsýningini í listaglugga sínum á Nørregade 28, Hvide Sande.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru Mary Strøm, Sólvá Gunnarsson Olsen, Lív Ejdesgaard, Rúna Hansdóttir, Birgit Kirke, Anna Grethe Aaen, Aase
Høstgaard, Bjørn Thomsen, Lene Klok, Helge Olesen og Chris Christiansen. Á framsýningini eru bæði málningar og standmyndir, og tað sæst aftur í
listaverkunum, at listafólkini hava tætt tilknýti til Føroyar.
Fernisering verður leygardagin, 16. mars kl. 14.00 - 17.00, har Stanley Samuelsen fer at syngja og spæla. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 21. apríl.