Føroysk síða sum sýnisgluggi

Talan er um stórt herðaklapp, sum eisini minnir okkum á, at finst ein marknaður uttan fyri Føroyar, sigur Finnur Sivertsen, stjóri á Business-line. Heimasíðan hjá fyritøkuni er hendan mánaðin vald sum case-study hjá Dynamic Web

Vinna

 

Vinnuportalurin hjá Business-line varð stovnaður í 2000 sum tann fyrsti av sínum slag í Føroyum.

Talan var fyrstu tíðina um ein portal, har tað fyrst og fremst bar til at leita upplýsingar um roknskapir formuligu viðurskiftini hjá parta- og smápartafeløgum í Føroyum, men síðani er tørvurin øktur. Og í fjør varð avgerð tikin um, at endurnýggja portalin frá botni av.

- Uppgávan snúi seg um at fáa hagtøl, tíðindi, forritan, sniðgeving við meira. at renna saman í eina hægri eind, og at fáa ein brúkaravinarligan vinnuportal burtur úr, sigur Finnur Sivertsen, sum øll árini hevur rikið heimasíðuna.

- Í sambandi við dagføringina í ár tóku vit upp samráðingar við Sendistovuna og partarnir komu til ta niðurstøðu, at best var at leggja nýggju síðuna yvir á eina nýggjan, meira framkomnan pall. Og her fall valið á Dynamic Web, ið eitt nú stóru føroysku bankarnir nýta.

- Talan er um eina krevjandi tekniska loysn, ið krevur nógv av forritarum. Sniðgevar fingu seg eisini royndar, tí síðan skal verða løtt at nýta og samstundis síggja væl út. Vit settu stór krøv, men halda, at Sendistovan hevur megnað at loyst uppgávuna fyrimyndarliga, sigur Finnur Sivertsen.

 

Útvaldir í juli mánaði

Og hesa áskoðan er hann altso ikki einsamallur um at hava. Sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, so valdi framleiðarin sjálvur síðuna hjá Business Line sum “case-study” hendan mánaðin. Altso ein síða, ið kann vísa viðskiftafólkunum, hvørjar møguleikarnir eru við Dynamic Web. Og á heimasíðuni hjá Dynamic Web verða bæði Sendistovan og www.bl.fo róst til skýggja.

- At vit verða sæddir uttanfyri føroysku landoddarnar minnir okkum á, at tað finnist ein marknaður uttanfyri Føroyar. Og kanska er tað nakað, sum vit áttu at hugt eitt sindur nærri uppá, sigur Finnur Sivertsen, eigari og stjóri á Business-line.

Ummæli, sum Dynamic Web gevur síuni hjá Business Line, kann lesast á slóðini, www.dynamicweb.dk/Featured-case-study-28565.aspx.

 

Nýggir møguleikar

Fleiri fyrimunir eru við nýggju síðuni hjá Business-line. Tú skalt framvegis hava hald, um tú skalt lesa roknskapir hjá fyritøkum, men nógvir aðrir upplýsingar eru tó atkomuligir hjá øllum. Eitt nú upplýsingar um nevnd, leiðslu og bústaðir.

Eisini hava øll parta- og smápartafeløg nú møguleika við egnum orðum at lýsa sína fyritøku á síðuni. Tað gevur feløgunum ein betri møguleika at kunna møgulig viðskiftafólk, og tað gevur eisini ein størri interaktivitet millum heimasíðuna og brúkaran.