Føroysk samtíðarlist á Bryggjuni

Seinnapartin letur upp framsýningin »Føroysk samtíðarlist« á Norðuratlantsbryggjuni, sum komandi viku verður karmur um føroyska mentan, har eisini Teitur fer at hava konsert Komandi vikuna verður ljós varpað á føroyska mentan og list á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, har listaframsýning, konsert, kappróður, fyrilestrar, mótasýning og nógv annað er á skránni.

 

Í dag klokkan 16.30 letur Kaj Leo Johannessen, løgmaður, serframsýningina »Føroysk samtíðarlist«, sum listamaðurin Zacharias Heinesen hevur skipað fyri.

 

Á framsýningini verða verk hjá Andriasi Andreassen, Anker Mortensen, Brandi Patursson, Hanna Bjartalíð, Hansinu Iversen, Mariusi Olsen og Tummas Jákupi Thomsen sýnd fram. Framsýningin lýsir ta dýpd, tann ymiskleika og ta dygd, sum føroyski listapallurin hýsir.

 

Framsýningin verður at síggja alt summarið og endar 23. august.

 

Vikuskiftið 2. og 3. mai letur húsið dyrnar upp fyri »Norðuratlantisku døgunum«, ið eru eitt samstarv millum føroysku, íslendsku og grønlendsku ferðavinnusamtøkurnar og Norðuratlantsbryggjuna.

 

Leygarkvøldið kl. 20 hevur Teitur serstaka konsert, har hann framførir saman við fýra kórsangarum

 

Í vikuskiftinum verður eisini møguleiki at síggja mótasýning, kappróður, íslendskar hestar, sleðuhundar, fara til barnaspøl, fyrilestrar, kórsang og hoyra um Norðuratlantsøkið sum ferðamál.