Føroysk telebanka loysn til Føroya Banka

Føroya Banki bjóðar nú sum fyrsti føroyski banki kundum sínum netbanka um fartelefon. Tað er føroyska fyritøkan Globi, sum hevur ment skipanina Føroya Banki kann nú bjóða kundum sínum at avgreiða síni bankaviðurskifti um fartelefonina. Ein sonevnd telebanka skipan varð í morgun tikin í nýtslu í samstarvi millum Føroya Banka, Elektron og KT-fyritøkuna Globi Sp/f.

Regin Dalsgaard, stjóri í Globi Sp/f, sigur, at síðani samstarvið millum hansara fyritøku og Føroya Banka byrjaði, hava teir nú í tvey ár arbeitt við at ment eina serliga sms-skipan, ið nú liggur sum grund fyri telebankanum hjá Føroya Banka.

Skipanin er munandi brúkaravinarligari og tryggari enn aðrar líknandi skipanir, sum bankar í eitt nú Danmark nýta.

Tað ber ikki til at spora fimm-sifraðu kotuna í hesi skipanini, eins og tað ber til við skipanini, sum Danske Bank nýtir. Hendan skipanin er líka trygg at nýta sum eitt FR-VISA kort, sigur Regin Dalsgaard.

Fyri bankan hevur tað havt týdning, at teir nú eru í fremstu røð, tá tað ræður um tænastur til kundar sínar.

- Øll hava eina bankakonti í dag, og øll hava eina fartelefon, so tað er ein náttúrlig útbygging av netbankanum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka.

Tað er fyrst og fremst tær 18.000 bankakonti hjá privatkundum bankans, sum tænastan í fyrsta umfari er ætlað.