Føroyska lagnan endar í lutakasti

Eitt lutakast um okkara EM-dystir er tað ringasta, sum kann henda, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Líkt er til, at ósemjan millum stóru londini í okkara EM-bólki hevur við sær, at UEFA kastar lut um dystarskránna, og so kann alt henda

Ósemjan millum londini í EM-bólki B stendur við, og í morgin er freistin fyri at finna eina semju um, hvussu dystirnir í bólkinum skulu spælast.
Frakland, Ukraina, Italia, Skotland, Litava, Georgia og Føroyar kunnu ikki semjast um eina dystarskrá fyri dystirnar í EM-bólki B, og so siga reglurnar, at UEFA skal kasta lut um, hvussu dystirnir verða spældir.
Tíðarfreistin, sum teir ymsu bólkarnir hava fingið fyri at finna eina semju, er í morgin, og tá fer UEFA at kasta lut í høvuðsskrivstovu sínari í Nyon í Sveis.
Tað er hent ymiskt seinastu dagarnar, men enn hava londini ikki gjørt nakra semju. Vit hava biðið UEFA um at útseta tíðarfreistina, so londini sjálvi kunnu arbeiða viðari við dystarskránni, men í løtuni vita vit ikki, hvussu tað verður við hesum, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.

Ukraina vildi ikki spæla við
Tað er liðin ein mánaði síðani, at lutakast var til undankappingina til EM í 2008. Føroyar vóru drignar í bólk saman við fleiri áhugaverdum londum Fraklandi, Italia, Ukraina, Skotlandi, Litava og Georgia og í tíðliga í farna mánaði hittust umboð fyri londini á fundi í Paris, har ætlanin var at leggja eina dystarskrá.
Tað eydnaðist so frætt, at seks av teimum sjey londunum í bólkinum samdust um, hvussu dystirnir skuldu spælast. Ukraina legði seg upp á tvørs, tí landið helt, at Frakland fekk stóran fyrimun av dystarskránni millum annað tí at Frakland skuldi spæla sínar seinastu fýra dystir á heimavølli.
Fyri Føroyar var dystarskráin á góðari leið, hóast tveir dystir lógu seint á árinum, og ein dystur lá tíðliga í 2007.

Sera óheppið fyri Føroyar
Men nú er ikki vist, at Føroyar sleppa við skinninum á nøsini, tí fer UEFA at kasta lut, so er alt opið aftur, og tá kunnu Føroyar koma út fyri at spæla landsdystir á heimavølli í november mánaði ella í mars, og tað er ikki ársins besta tíð til fótbóltdystir í Føroyum.
UEFA hevur avsett dagar frá august mánaði í ár og fram til endan av næsta árið, har landsdystirnir skulu spælast, og verður lutakastið veruleiki í morgin, verða dystir tilvildarliga ásettir hesa dagar.
Um tað endar við einum lutaksti, so stórur møguleiki er fyri beint nú, so hava vit onga ávirkan á, nær og hvar vit skulu spæla okkara dystir, og tað er ein sera óheppin støða. Vit eru í eini serligari støðu sum fótbóltstjóð, men tað verður trupult at fáa undantøk frá UEFA, tá ið dystirnir skulu leggjast, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.

Hava roynt at spæla við
Føroyar hava verið við í onkrar roynd at flyta dystir, so at øll londini kundu góðtaka dystarskránna, men hetta er ikki lætt.
Vit flyta ikki okkara dystir uttan at vit fáa okkurt afturfyri, sum ger at vit kunnu liva við dystarskránni. Alt hongur saman, og tí er tað trupult at finna eina semju, sigur Jens Erik Magnussen.
Seinastu dagarnar hava serliga tey stóru londini roynt at funnið eina semju, men í løtuni vita vit ikki, hvussu støðan er. Vit rokna við, at vit fáa endalig boð um, hvussu tað verður við lutakastinum seinni í dag, segði Jens Erik Magnussen áðrenn evstamark her á blaðnum í dag.

- - -

Fakta

Hetta var dystarskráin, sum seks av teimum sjey londunum í okkara EM-bólki samdust um á fundi í Paris í farna mánaði. Nú er møguleiki fyri, at alt verður vent á høvdið, og dystinir lagdir við lutakasti.

2006
16. augustLitava-Føroyar
02. septemberFøroyar-Frakland
06. septemberFøroyar-Ukraina
07. oktoberFøroyar-Georgia
11. oktoberItalia-Føroyar
15. novemberSkotland-Føroyar

2007
28. marsGeorgia-Føroyar
06. juniFøroyar-Italia
22. augustFøroyar-Litava
08. septemberFøroyar-Skotland
12. oktoberFrakland-Føroyar
21. novemberUkraina-Føroyar