Føroyska traumatisman heldur áfram hjá Eysturríki

Eysturríkska blaðið ?Der Standard? hevur eina góða og sjálvkritiska grein um 1-1 javnleikin millum Føroyar og Eysturríki. Blaðið staðfestir, at aftaná javnleikin ímóti Føroyum, so eru eysturríkarar pískaðir at vinna dystin ímóti Serbia á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien komandi mikukvøld. Blaðið staðfestir eisini, at føroyska liðið aftaná tjúgutals tap, kann langt um leingi frøa seg aftur. Tann eini myndateksturin er rættuliga sarkastiskur. Á myndini sær ein føroyingar fegnast um málið, og so stendur skrivað: ?Immer ein Volksfest wenn San Marino, Malta oder Österreich kommt? - Tað er altíð fólkaveitslu í Føroyum, tá San Marino, Malta og Eysturríki vitja! Blaðið skrivar, at ein Landskrona-rómur kom yvir Tórsvøll í 47. minutti, tá 19 ára gamli Bogi Løkin skoraði til 1-0 til Føroyar. Og so verður undirstrikað: ?19 ára gamli málskjúttin er sonur ein av miðvallarspælarunum, sum varð á liðnum, sum vann á Eysturríki í september 1990, og sum blivu fagnaðir í steðginum.? Landskrona-liðið bleiv fagnað í hálvleikinum, og var eisini talan um eina heilt serliga løtu.