Føroyska umsóknin má fáast aftur á beint

? Skulu vit gera okkum vónir um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, mugu vit snúgva okkum uttanum donsku grundlógina, heldur Jóannes Eidesgaard, sum umboðar Løgtingið í Norðurlandaráðnum

Norðurlendskt samstarv

? Føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, er komin inn á eitt skeivt spor. Og nú mugu vit beina hana aftur á beint.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, sum hevur umboðað Løgtingið á Norðurlandaráðsfundi fyrr í hesi vikuni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at spurningurin um sjálvstøðugan, føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum var rættiliga frammaliga hjá teimum føroysku umboðnum.
Hann minnir á, at Løgtingið hevur einmælt samstykt, at føroyingar skulu søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Men hesum hevur danska stjórnin sett fót fyri.
? Danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur boðað frá, at sjálvstøðug, føroysk umboðan í Norðurlandaráðnum er í stríð við donsku grundlógina.
?Tað er eisini í stríð við Helsinkisáttmálan, sum er grundarlagið undir Norðurlandaráðnum.
Sostatt vil danska stjórnin ikki geva umsóknini sítt viðmæli, sigur Jóannes Eidesgaard.
Føroyska umsóknin er nú til viðgerðar hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum.
Í tí sambandi spurdi Jóannes Eidesgaard eisini íslendska samstarvsráðharran, Siv Friðleivsdóttir, sum er formaður hjá samstarvsráðharrunum, hvørja lagnu, hon heldur, at umsóknin úr Føroyum fer at fáa.
Svarið frá henni er ein greið ábending um, at hini londini hava tikið metingina frá Anders Fogh til eftirtektar.
?Íslendski samstarvsráðharrin segði, at Norðurlandaráðið fór neyvan at ganga ímóti Danmark í hesum máli.

Stórt spell
Hetta heldur Jóannes Eidesgaard er stórt spell.
?Spurningurin um fullan, føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, er gamal. Hetta er minst triðju ferð, at hann er reistur og niðurstøðan hevur hvørja ferð verið, at tað er í stríð við donsku grundlógina.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tí mugu vit leggja á annan bógv, annars verða vit aldrin limur í Norðurlandaráðnum, tí danska grundlógin letur seg ikki broyta í óðum verkum.
? Men fyrstu ferð, spurningurin um føroyskan limasakap í Norðurlandaráðnum varð reistur, var, tá ið Petur Mohr Dam reisti málið í sekstiárunum.
? Tá var Kragh danskur forsætismálaráðharri. Og hann gjørdi føroyingum greitt, at skuldu vit gera okkum vónir um sjálvstøðugan limaskap, máttu vit smoyggja okkum uttanum donsku grundlógina.
Hann mælti ístaðin til, at føroyingar royndu at fáa norðurlondini at broyta Helsinkisáttmálan, sum er grundarlagið undir Norðurlandaráðnum, so at tað eisini skal bera til hjá londum, sum ikki eru sjálvstøðug, at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, eitt nú bæði Føroyum, Álandi og Grønlandi.
? Helsinkisáttmálan loyvir bara sjálvstøðum londum at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Og danska grundlógin sigur greitt, at tað sjálvstøðuga landið ríkinum er Danmark.
? Men fáa vit undirtøku fyri at broyta Helsinkisáttmálan so at eisini lond, sum ikki eru sjálvstøðug, kunnu fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, hevur málið ikki longur nakað við grundlógina at gera.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tá ið Petur Mohr Dam reisti málið í sekstiárunum, fekst ikki undirtøka fyri at broyta Helsinkisáttmálan, tí sviar settu seg ímóti tí.
Seinni reisti Erlendur Patursson spurningin um sjálvstøðugan, føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað endaði í sama leypi, sum hesuferð, at tað var í stríð við grundlógini og so datt eisini tann royndin niðurfyri.

Beina aftur á beint
Jóannes Eidesgaard sigur, at sostatt er skorið út í papp, at tað er grundlógin sum er tann stóra forðingin fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum og tí er onki at ivast í, at føroyska umsóknin eisini hesuferð verður havnað.
? Tí er einasti vegur at broyta Helsinkisáttmálan. Og í hesum sambandi kundi danski forsætismálaráðharrin víst størri vælvild við at boðað Norðurlandaráðnum frá, at danska stjórnin tekur undir við føroysku umsóknini, men ein fortreyt er, at Helsinkisáttmálin verður broyttur.
?Tað hevði hjálpt okkum langt framá. Men danska stjórnin hevur so eina aðra støðu, og tí mugu vit sjálvi taka ábyrgdina av at royna at beina umsóknina aftur á beint, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at Jógvan við Keldu og hann skulu nú leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið og tá hava teir møguleikan at taka hendan spurningin uppaftur.