Føroyskar barnabøkur týddar til enskt

Darf Children's Books fer at týða bøkurnar eftir Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson hevur skrivað og tekna sjey barnabøkur, síðan hann gav sína fyrstu bók, Ein hundur, ein ketta og ein mús, út í 2004. 

 

 

Tað er enska forlagið Darf Children’s Books, sum komandi árið fer at geva allar sjey bøkurnar eftir Bárður Oskarsson út, í Onglandi.

 

 

Trýggjar tær fyrstu bøkurnar, sum koma út í Oktober vera, Ein hundur, ein ketta og ein mús, Træið, og Wilbert, bøkurnar eftir Bárður Oskarsson eru týddar til fleiri mál, men Darf Children’s Books er tað fyrsta útlendska forlagið, sum fer at geva allar sjey bøkurnar út á einum málið. 

 

 

Á heimasíðuni hjá Darf Children’s Books verða bøkurnar lýstar sum stuttligar og hugvekjandi bøkur fyri børn, ið uttan iva eisini fáa foreldur at hugsa um djúpu meiningina av tilveruni, sum bøkurnar lýsa.