Verkætlanin ?Hjálp frá fiskimanni til fiskimann? millum fátækar fiskimenn í Eritrea, sóknast nú eftir brúktum hondsnellum og brúktari línu. Á Portalinum í gjár høvdu vit samrøðu við Jack Thomsen í Nólsoy, sum í heyst var í Eritrea og hjálpti fátækum fiskimonnum at fiska. Í mars í ár verður farið avstað aftur, men áðrenn lagt verður til brots, verður ein bingja í februar send avstað við fiskireiðskapi og øðrum til fiskimenninar í Eritrea.
Í sambandi við verkætlanina ?Hjálp frá fiskimanni til fiskimann?, leitar Jack Thomsen eftir brúktum hondsnellum og brúktari línu í Føroyum, sum fólk vilja selja bíliga.
Jack Thomsen sigur, at áhugi eisini er fyri teinum og loddum til endamálið.
- Um tað er onkur, sum eigur brúktar hondsnellur, brúkta línu, teinar og lodd, sum tey vilja selja bíliga, eru fólk vælkomin at venda sær til mín, sigur Jack Thomsen.
Jack Thomsen og Knud Andersen vóru við tí reyðlitta bátinum á myndini, tá teir í heyst vóru í Eritrea.