Føroyskar kvinnur umborð á boripalli rudda slóð fyri framtíðini

Síðani flótandi boripallurinn Sovereign Explorer kom í føroyskan sjógv at leita eftir olju og gassi í undirgrundini hava fleiri føroyingar, kvinnur sum menn, verið við í arbeiðinum umborð, einamest á tænastuøkinum í galluni, íbúðarpartinum og á sjúkrastovuni.

 

Oljuleiting og føroysk arbeiðsmegi


Tá Sosialurin vitjaði umborð á boripallinum, sum eftir øllum at døma hevur gjørt fyrsta oljufundið á landgrunninum ? tó at vit enn ikki vita, um tað er nóg stórt til at byggja út ? tá nýttu vit høvi til at hitta og práta við nakrar av teimum umleið 10 føroyingunum, sum eru við í hesi nýggju og spennandi vinnuni ? og harvið eru við til at rudda slóð fyri eini nýggjari framtíð í Føroyum.


Øll vit tosaðu við dámdu væl arbeiðið og høvdu søkt um tað, tí tey vildu vera við, tá vónandi fyrsta oljan varð funnin. Og helst fer teirra dreymur at ganga út, nú tað er greitt, at olja er funnin.


Boripallurin kom í føroyskan sjógv í summar, tá hann fór at bora fyri Statoil. Tann boringin gjørdist eitt vónbrot, tó at oljuspor vórðu funnin. Eftir tað varð farið at bora fyri Amerada Hess samtakið, har eisini tað føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er við. Og henda boringin skuldi so ikki blíva meira enn hálvan mánað gomul, tá borurin rakti við gass og síðani olju á 4200 metrar dýpi.


Jona Joensen er úr Funningsfirði og hevur verið við Sovereign Explorer síðani boripallurin kom í føroyskan sjógv. Hon var millum fyrstu føroyingarnar, sum fingu arbeiði umborð á einum boripalli, ið fór at leita eftir olju á føroyska landgrunninum.

Eurest søkti eftir fólki, og hon helt tað vera spennandi at royna okkurt annað. Hon vaskar upp og hjálpir til í galluni. Áðrenn arbeiddi hon á Ellisheiminum í Rúnavík.


-Skal tú royna nakað nýtt, so mátti tað vera nú kemur tað frá hjartanum, tá hon avgjørd og glað sigur, at henni dámar hetta arbeiðið virkuliga væl og leggur dent á virkuliga.


Samanhaldið er sera gott og koma tey nógv saman um kvøldið eftir arbeiðstíð, sum er 12 tímar um samdøgrið. Hóast tey eru langt úr landi skotin, so er ymiskt til at taka umborð. Har er motionsrúm, tey práta og drekka kaffi. Og tey tosa í telefon, sum er ókeypis. Tað ber so eisini til at fylgja við, hvat hendir á landi, tí tey fáa føroysku bløðini umborð. Men hon heldur tey kundu komið oftari. Tá heldur hon man eigur at leggja størri dent á í framtíðini.


Jona ætlar sær ikki at gevast í hesi nýggju bransjuni, tá tey eru liðug at bora fyri Amerada Hess. Hon hevur longu fingið lovað arbeiði á einum hotellpalli í Norðsjónum og vil hon so eisini vera klár, tá og um boringin við Føroyar byrjar aftur í næsta ár.


Frá reingerð á skúla á boripall

Durita Jacobsen er úr Miðvági. Áðrenn hon fór umborð á Sovereign Explorer vaskaði hon á skúlanum á Giljanesi.


Tá hon sá lýsing í bløðunum helt hon starvið vera so mikið spennandi, at hon søkti og fekk arbeiðið. Hon er fegin - ikki endiliga tí at tað er so stór avbjóðing at vera vaskikona, men nú hon hevur fylgt við skrivingini um eina møguliga komandi oljuvinnu, helt hon tað kundi vera spennandi at vera millum fyrstu føroyingarnar, sum fóru út á boripall at arbeiða.


Tey arbeiða 14 dagar og hava so 14 dagar frí. Lønin er rímulig. Duritu dámar væl arbeiðið og hava tey tað eisini gott umborð. Sjálv fer hon í fimleikarúmið hvørt kvøld. Hon er sera fegin at fáa bløðini út.


Durita er spent, um olja verður funnin. Hon vónar tað, tí so verður kanska talan um støðugt og varandi arbeiði. Eisini Durita er sinnað at fara umborð á annan pall at arbeiða, nú hesin pallurin gevst í føroyskum sjógvi. Tá eru tey tvær vikur burturi og tríggjar heima. Verður olja funnin við Føroyar vónar hon at kunna arbeiða her aftur og tá kanska kunna vera longur heima.


Durita ivast ikki í, at føroyingar kunnu manna pallarnar, sum fara at arbeiða her heima og sær fyri sær, at føroyingar kanska fara at taka sær av flest øllum uppgávum á boripallum í framtíðini. Nú er so hol sett á og hví ikki byrja innandura.


-Tað hevði verið sera spennandi at verið umborð, tá úrslitið kemur leggur hon aftrat.


Biðin um at fáa gongd á

Leif Petersen hevur verið kokkur umborð á Sovereign Explorer síðani pallurin kom í føroyskan sjógv. Hann hevur drúgvar royndir í kokkayrkinum og sum kokkur umborð á oljupallum. Leif er føddur í Danmark men flutti til Føroya í 1977. Hann er giftur í Klaksvík og býr í Sørvági, har hann m.a. hevur arbeitt sum kokkur á hotellinum. Síðani 1995 hevur Leif arbeitt umborð á einum av framleiðslupallunum hjá Amerda Hess í Norðsjónum. Hann stendur fyri matgerðini á Sydarne, sum er ein nútímans pallur. Hann hevur eisini arbeitt umborð á pallum hjá Mærsk. Herfyri fór Leif í land av Sovereign Explorer, og hann er nú farin aftur í Norðsjógvin at røkja sítt gamla starv á Sydarnefeltinum. Tað dámar honum væl, tí talan er um ein fyrsta floks pall, har tú eisini hevur góða arbeiðstíð, tvær vikur umborð og fýra vikur heima.

Nú Eurest Føroyar varð stovnað varð Leif biðin um at vera við til at hjálpa at fáa gongd á arbeiðið umborð á Sovereign Explorer í Føroyum. Tað er henda arbeiðsuppgávan, sum nú er liðug.


-Eg haldi at føroyingarnir hava klárað seg sera væl í hesum nýggja arbeiðsumhvørvinum sigur hann og heldur fyri, at áðrenn føroyska reingerðarmanningin kom út á pallin sá tað ikki so gott út umborð. Pallurin hevði júst verið í írskum sjógvi. Men tað gekk ikki long tíð til alt varð reint og nossligt umborð.


Tekur sær av skaðum

Anna Maria Simonsen hevur røkt starvið sum sjúkrasystur umborð á Sovereign Explorer síðani hann fór at bora her. Hon kom longu umborð, meðan hann var í írskum sjógvi fyri at kunna seg við uppgávurnar og heldur óvanliga umhvørvið. Eins og hinir føroyingarnir vit tosaðu við dámar eisini Onnu Mariu sera væl arbeiðið umborð á Sovereign Explorer. ?Her er gott at vera. Fólkini eru fryntlig og blíð og altíð góð at heita á. Tað er strævið og nógv yvirtíð er eisini.


Hon tekur sær av vanligum skaðastovuarbeiði og arbeiði, sum vanliga verður gjørt hjá kommunulækna. Eisini fer stórur partur av arbeiðinum til at fyribyrgja og at vegleiða og geva upplýsingar um trygd, tá fólk koma umborð. Tá nýggj manning kemur umborð er tað hennara uppgáva at vísa teimum runt og greiða frá trygdarspurningum.


Anna Maria hevur útbúgving sum arbeiðsumhvørvissjúkrasystur og heldur tað at arbeiða umborð á fiskiskipi og boripalli verða eina góð kombinatión. Hon vónar, at hon kann verða við til at arbeiða við og betra trygd og heilsu umborð á fiskiførum eins og hon hevur gjørt umborð á boripalli. Til ber at brúka royndirnar frá oljuvinnu í fiskivinnuni, tá talan er um trygd.


Hennara arbeiðsuppgáva er so at tryggja, at fólk fara líka frísk í land, sum tá tey komu umborð.


Sovereign Explorer byrjaði at bora fyri Hess 20. september. Umleið 100 fólk hava verið umborð, av teimum 10 føroyingar.