Føroyskar myndabøkur framúr góð ummæli

Tvær føroyskar myndabøkur, sum Forlagið TORGARD gav út í danskari týðing herfyri, fáa nú framúr góð ummæli á danskari internetsíðu



"Eminent, perle, genialt" eru bara nøkur av rósandi orðunum, danskir ummælarar hava at bera føroysku myndabókunum Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson og Skrímslasótt eftir Rakel Helmsdal og onnur, sum føroyska forlagið í Danmark, forlagið TORGARD herfyri gav út á donskum.

Ummælini eru at síggja á donsku internetsíðuni fortællingen.dk, ið serliga ummælir barna- og ungdómsbøkur. Síðan hevur verið á netinum síðani 2004. Tey flestu, ið skriva ummæli fyri síðuna, eru bókavørðar. 



Framúrskarandi Bárður

Um bókina hjá Bárði Oskarsson, En hund, en kat og en mus, skrivar ummælarin, Janus Andersen, m.a.:

"(...) Oskarsson gør det helt eminent. Med sine lette, skødesløse streger fortæller han en historie, der virker så enkel, men samtidig rammer så dybt"

Víðari sigur ummælarin, at tað er ikki uttan orsøk, at bókin er virðislønt. Hon er eitt av teimum verkum, sum hitar hjartað og fær smílið fram uttan mun til aldur á lesaranum. Les hana og njót tekningarnar - eisini um tú kanska ikki júst hevur eitt barn at lesa hart saman við, skrivar Jansu Andersen.

Eisini frá Dansk BiblioteksCenter (DBC) fær bókin góð viðmæli:

- Ein frálík lítil søga, har moralurin fyri einaferð skyld ikki er, at øll verða góðir vinir til síðst. Her er eydnuríki endin hinvegin, at øll verða seg sjálvi aftur og hugna sær við tí, skrivar lektørurin Pia Boisen Michelsen í sonevndum 'lektørudtalelse' frá DBC til donsku bókasøvnini. 



Lítil perla

Um "Monsterpest", sum er triðja bókin á donskum í røðini hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl, skrivar ummælarin, Eileen Johnsen, stutt og greitt, at bókin er ein lítli perla av eini mynda/upplestarbók.

Hon leggur afturat, at í bókin er bæði álvarsemi og látur og eitt gjøgnumhugsað tema, sum foreldur og børn kunnu fáa eina góða samrøðu um

Serstakliga um myndirnar skrivar ummælarin:

"Både tegninger og tekst er med til at understrege de forskellige sindsstemninger. Et dobbelt opslag i bogen illustrerer lille monster i forskellige stadier af frustration over den utidige Store Monster, genialt tænkt! Det vil gå klart ind hos børn, der får bogen læst op."


Forlagið

Forlagið TORGARD hevur verið virkið síðani mai mánaða í ár. Tað er Hugin Eide, bókavørður, ið rekur forlagið. Higartil hevur forlagið givið út 3 myndabøkur.

Í november mánaða koma 4 tær næstu bøkurnar: skaldsøgurnar Glansbilledsamlerne eftir Jóanes Nielsen og Dalen (før. Dalurin fagri) eftir Gunnar Hoydal, yrkingasavnið September i birke som måske er blå eftir Carl Jóhan Jensen og myndabókin Kødbenet eftir Bárð Oskarsson.