Tíðindaskriv:
Tað er danska distribusjónsfelagið AnotherWorldEntertainment, sum stendur fyri DVD-útgávuni. Fløgan kom á marknaðin í august mánaða, og fæst í Føroyum til keyps í bókahandlunum og í plátuhandlum.
Umframt fløguútgávuna hevur AnotherWorldEntertainment eisini givið filmin út sum VoD (Video on Demand) í Danmark, har filmurin kann stroymast á t.d. YouSee og Blockbuster.
Filmurin varð frumsýndur í september í 2014 og gekk regluliga í Havnar Bio, Atlantis Bio og í kjallaranum hjá Thomas Koba á Sandi.
Fólk vóru ymisk á máli um filmin. Hann fekk sera góð ummæli frá t.d. Kinnu Poulsen og Birgiri Kruse á bloggum teirra, filmsummælarin á Norðlýsinum helt hin vegin, at Ludo var tann vánaligasti filmurin, hann nakrantíð hevði sæð, og Pætur Marjunarson Dahl lá onkustaðni mitt ímillum í ummæli sínum í Grindini í sjónvarpinum.
Nú er so høvi hjá teimum, ið ikki enn hava sæð filmin, at gera sína egnu meting
Síðani frumsýningina hevur filmurin verið á ymsum filmsstevnum í Íslandi, Týsklandi, Fraklandi, Italia, USA og Hong Kong og hevur vunnið ymsar heiðurslønir, t.d. ein Platinum Remi Award á WorldFest-Houston í Texas, USA, og á Salento Interantional Film Festival í Italia vann Hildigunn Eyðfinsdóttir virðislønina sum besti kvinnuligi sjónleikari.
Kann fáa distribusjón á iTunes, Amazon, GooglePlay v.m.
Í løtuni og fra til 27. september er LUDO í kapping á amerikansku online filmsstevnuni Fandependentfilms, har ein og hvør kann síggja filmin og "atkvøða" fyri honum við at gerast "fjeppari". Tað er ókeypis at síggja filmin, men kostar 3 dollarar (uml. 20 krónur) at gerast fjeppari. Peningurin fer partvís til stevnuna og partvís til filmsskapararnar.
Teir tríggir filmarnir, ið fáa flest fjepparar, vinna Áskoðaravirðisløn, og tann filmur, ið fær allarflest fjepparar, vinnur distribusjónsavtalu við iTunes, Amazon, GooglePlay v.m.
Kappingin er at finna her: https://fandependentfilms.com/films/233/ludo/
Talan er um eina er altjóða kapping, so eisini føroyingar kunnu luttaka og gerast fjepparar.