Christian Hald Buhl er tónleikaelskari. Hann er dani men er uppvaksin í Brussel. Sum ungur var hann rokktónleikari og manageari fyri ungar rokkbólkar. Í dag hevur hann eina masters í Business Administration, arbeiðir á donsku sendistovuni í Brussel ígjøgnum fyritøkuna hjá sær The Rocking Factory og er íverksetari og fyriskipari av sýnisglugga tiltøkum í londum sum Fraklandi, Hollandi, Belgia, Týsklandi, Sveits, Eysturríki og Luxemburg.
Hjartamálið hjá honum er at promovera nordiskan tónleik. Í hesum døgum er tað tónleikur úr Føroyum, sum er ovast á listanum. 25 føroysk tónleikanøvn eru av einari dómsnevnd kókað niður í fýra bólkar, ið skulu luttaka á Atlantic Soundscapes í mai. Teir eru Orca, Budam, Gestir og Boys in a Band.
Norðurlendskt er sterkt
Christian kom í samband við føroyskan tónleik fyri nøkrum árum síðani, tá føroyska og danska sendistovan í Belgia enn vóru í sama húsi. Hann ásannaði skjótt, at tað er eitt sterkt brand at vísa á, tá tónleikur er norðurlendskur.
- Eg trúgvi, at ein av orsøkunum til, at norðurlendskt er eitt so sterkt brand, er, at tónleikurin er bersøgin og erligur. Tað, at landið er so lítið, ger, at ein hevur lættari við at hugsa, at »vit koma ongantíð út alíkavæl«. Hetta elvir til, at bólkar tora nógv betri at gera egnan tónleik, sum hevur eitt serligt ljóð. Tað er hesa erligheitina og hetta ljóðið, ið eg vil bera fram til Atlantic Soundscapes, greiðir Christian frá.
Í løtuni er »Iceland on the Edge« á skránni í Belgia, har upp til 30 íslendskir bólkar fara at framføra teir tveir næstu mánaðarnar við høvuðsnøvnum sum Ólafur Arnalds og Múm. Umframt tónleik verður eisini onnur íslendsk list og bókmentir víst fram, og í mai mánaða eru Føroyar í sjóneykuni.
Samstarv í allar ættir
Christian kom á G! Festival í fjør, har hann fekk mest sum allan tann tónleikin presenteraðan, ið hann arbeiðir víðari við nú.
- G! gjørdist ein platformur til Atlantic Soundscapes. Eg kom ígjøgnum G! í samstarv við Norðurlandahúsið, Samvit og uttanlandaráðið. Kristian Blak hjálpir eisini nógv til, hóast TUTL offisielt ikki er við i hesari verkætlanini. Í samstarv við Tutl er ein onnur verkætlan í gongd, Tutl Touring, sum tekur støði í at uppbyggja fjepparabasar fyri føroyskar bólkar í ellivu ymsum londum, harímillum eisini á Benelux marknaðinum. Hetta skal gerast ígjøgnum konsertferðir og distribuering av fløgum, sigur hann.
Týdningarmikil fólk til týdningarmikla vinnu
Sambært Christiani hendir tað ov lætt, at onnur lond taka okkara nøvn. Tí mugu vit skapa eina álvarsama tónleikavinnu í Føroyum, sum ger, at tað, ið verður skapt her, kann koma aftur til okkum. At tann vøran, ið spírir í okkara landi, blívur við at vera úr Føroyum og ikki endar í Danmark, Íslandi ella aðrastaðni. Fyri at kunna menna føroyska tónleikamarknaðin upp á hetta støði, mugu vit gera eitt gott tiltak í einum umhvørvi, sum hevur áhuga. Saman við fólki, ið veit, hvat tað snýr seg um.
- Bólkarnir, ið skulu framføra á Atlantic Soundscapes, eru valdir út av týdningarmiklum fólki í belgisku tónleikavinnuni. Dómsnevndin stendur av tveimum bookarum á stórum spælistøðum í Belgia og seks tíðindafólkum frá m.a einum blaði, sum er á støði við Gaffa, einari útvarpsstøð sum P3 og einari netsíðu á støði við soundvenue.co.uk, sum eitur soundslike.bay, sigur Christian.
- Á marknaðum sum t.d í Onglandi og Amerika og á gigantiskum tiltøkum sum t.d Popcom, Midem og Eurosonic er yvirflóð av bæði tónleikarum og vinnufólki. Tað er øgiliga nógv vøra, sum verður bjóðað fram har, og í mun til vøruna eru tað lutvíst fáir keyparar. Tí satsa vit uppá Belgia júst nú. Landið er minni, men hevur alíkavæl ein aktivan marknaða. Tað er ikki fult av ráðvøru, og har er lættari at koma fram í løtuni, at blíva sæddur.
- Her kanst tú uppbyggja tær eitt netverk og ein kapital burturúr fløgusølu og framførslum, sum gevur tær resursir til at leypa víðari til tey stóru londini og tiltøkini. Tað nyttar einki beinanvegin at oysa fleiri milliónir í eitt tiltak í t.d London, um bara tríggir persónar leggja merki til tað. Hesir persónarnir fáa 20 onnur tilboð hvønn tann einasta dag. Møguleikin fyri at koma ígjøgnum har er ógvuliga minimalur, t.d í mun til á Benelux marknaðinum.
Innflutningur eitt lyklaorð
- Ein annar fyrimunur við Belgia er mongdin av vøru, ið verður innflutt. Í londum sum Danmark og Onglandi keypir fólkið uml 50/50 prosent av útlendskari vøru og av egnari vøru. Belgia importerar nógv meira enn tað. Har keypir fólkið heili 85 prosent av útlendskari vøru og 15 prosent av egnari. Eftirspurningurin eftir útlendskum er tískil nógv størri, sum avgjørt er ein fyrimunur, tá m.a føroyskur tónleikur skal flytast inn í landið.
Ávirkan við ágóða
Uml 40 av teimum røttu fólkunum (musikjournalistar, plátufeløg, bookarar, promotarar og management) úr teimum sjey londunum, sum Christian samstarvar við, verða boðin til Atlantic Soundscape. Umframt hesi 40 fólkini, tónleikararnar og fyriskipararnar sjálvar, verða uml 200 atgongumerki seld. Alt í alt fara umleið 300 fólk at hoyra Orca, Budam, Gestir og Boys in a Band framføra tann 3. mai í Brussel.
- Hetta fer heilt sikkurt at hava positiva ávirkan á Føroyar sum heild, tí tað kemur fokus á land og mentan. Enntá ferðavinnan kann styrkjast munandi. Hetta er ein góð byrjan, sum er lutvíst løtt og bílig og kann hava kollosalar bivirkningar á tónleikamenningina fyri Føroyar framyvir. Men hetta er nú eisini bara byrjanin. Gongur alt sum ætlað, fara vit við hesum at kunna byggja ein kapital upp, sum gevur okkum møguleika at at taka kampin upp við stóru londini seinni.
- Vit eru longu á góðari leið, og innan stutta tíð fara vita at hava eina seriøsa tónleikavinnu í Føroyum. Hendan vinnan fer at kunna arbeiða miðvíst við at reka tónlistarligu góðskuna, ið kemur frá landinum til ágóða fyri bæði landið sjálvt og viðkomandi tónlistarfólk.